Ongi úrslit

Fólkavøksturin er tvífaldaður

Knapt 55.000 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin var 0,8%

hagstova.fo
10. februar kl. 10:10

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. 

Fólkavøksturin í 2025 var meir enn tvífalt so stórur sum í 2024. Knapt 450 fólk løgdust aftur at fólkatalinum. Seinast, at fólkavøksturin var um 450 fólk, var í 2023. Nettoflytingin og burðaravlopið fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum. 
Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

 

 Størri burðaravlop og størri nettoflyting 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 210 fólk og einari nettoflyting á 238 fólk. Burðaravlopið var um 70 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 642 børn fødd í 2025 — 56 fleiri enn í 2024, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. Nettoflytingin var á leið 175 størri enn í 2024, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, og tí fleiri fluttu til Føroya.  

https://hagstova.fo/fo/tidindi/knapt-55000-folk-budu-i-foroyum-vid-arsbyrjan-voksturin-var-08

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Danskur ráðharri: Sjúrður er a pain in the a**

1. mars kl. 16:41