Løgtingsvalið er av og miðlarnir hava gjørt sítt, at kunna okkum øll um forsagnir, viðmerkingar so hvørt, og vitjandi innsløg hjá teim valdu. Framúr avrik, sum hvørja ferð skapa nýggj úttrykk og nýggjar møguleikar hjá teim uppstillaðu og okkum brúkarum, eygleiðarum og veljarum.
Nýggi miðilin eg varnaðist til hetta løgtingsvalið var biograflýsingin hjá Sunnva Dahl Høgfeldt. Og so var eg ein túr inni í Bitanum í Steinatúni, har Tjóðveldi bjóðaði nýflogið skerpikjøt við tyrluni úr Dímun. Gott prát, gott kaffi og góð útsikt. Havi ikki fyrr sett meg inn millum líkasinnaði, tí mær hevur ikki dámt at gera tað. Líkaso samhugað tað er fyri okkum líkasinnaðu, líkaso mansuppdekkandi er tað fyri tey, sum eru uttanfyri, men tó kundu hugsað sær at komi inn at vita, hvat fyriferst inni her. Soleiðis er við øllum losjufelagsskapum og teim, sum longu syngja í sama kóri. Tað dregur á bæði. Attraktivt og frástoytandi. Hvar er markið fyri at prædika til kórið og halda hini úti. Annars var alt tað sama við andlitsmyndum av teim uppstillaðu fram við vegnum og rundkoyringunum í Havn, hagar øll valevni, eisini úr Klaksvík, søgdu seg fara. Tað havi eg ikki hoyrt fyrr.
Men í sjónvarpinum eru nýggj fólk við nýggjum funkum og skjótum tænastum til okkara, og nýhugsaðum borgarasendingum úti um landið eisini. Framúr í sjálvum sær, men tá øll, uttan Sólvit, velja at hyggja niður í sjálvari kjarnusendingini, tí nú sigur skermurin okkurt nýtt, so er ikki bara skjótt men beinanvegin at tú følir teg uttanfyri. Hetta er ikki ein tænasta til tín, so ring er uppsiktin við kjarnuborðið, ið skal miðla okkum alt av týdningi, so hvørt tað hendir púra laiv. Skermurin er ein boðberi, óloysiligur í vitanar-, kunningar og informatiónssamfelagnum. Dagarnir við at bretta bløðini út á borðið og sjálvur fylla út eru farnir. Men nýggju informantarnir mugu hyggja upp. Og so var eingin kvinna við borðið til løgtingsvalið. Til fólkatingsvalið lukkaðist at finna eina kvinnu at viðmerkja gongdina í tí valinum. Tað er sólarklárt, at tað er ikki nóg gott, at Kringvarpið úr øllum veljaraskaranum í øllum landinum ikki finnur eina einastu kvinnu at kommentera valið. Men Sólvit er sum nevnt ein framúr viðmerkjari við øllum tølum beint í høvdinum. Hóast hann hevur tey odds ímóti sær, at hann hevur sitið á tingi fyri ikki færri enn tveir ymsar politiskar flokkar, er hann púra óheftur viðmerkjari, trúverdigur, frískur og ungur – og allar viktigast í sjónvarpi – hevur góða uppsikt og livandi mimikk, tá hann fortelur.
Men skiftið til Høgna á gólvinum millum flokkarnar var allan vegin eitt framúr break, eins og innsløgini, bandaði ella beinleiðis, úr øllum landinum. Serliga Birita Matras Petersen, sum brendi ígjøgnum, sum tey siga, hvørja ferð hon rapporteraði frá frontlinjuni har norðuri. Hon er nýggja stjørnan í mínum eygum. Eitt talent við sjáldsamum skermtekki og eini journalistiskari sjálvfylgju, leveringsdygtigheit, sum Jógvan Arge plagdi at siga, ið er gull verd frá práti til prát og støðu til støðu við fakligum koblingum, uttan at missa eygnasamband, tí tú hyggur niður. Fantastiskt. Vitborna koblingin er alt. Tilsamans vóru hesir lutir við at leggja karmin um eitt gott valkvøld í sjónvarpinum undir kønu hondunum á Georg og Jón Brian. Men fráverandi kvinnuumboðanina á viðmerkjandi síðuni, og so tvørrandi uppsiktina, bæði valkvøldini, at fáa fólk at hyggja upp úr skermunum, og at orða seg greitt og skilliga til okkara, tí vit eru føðin í ketuni, tey viðurskiftinini eigur Kringvarpið at arbeiða við. Takk fyri hesuferð!