Ongi úrslit

Áhugin at velja flokkin er minkaður

Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi

valúrslit.fo
15 tímar síðan

Vavið av listaatkvøðum er minkað munandi, síðan Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi.

Ein listaatkvøða er, tá veljarin setur kross út fyri floksnavninum heldur enn einum av valevnunum á listanum.

Meðan veljarafjøldin í Føroyum er støðugt vaksin, so er parturin av veljarum, sum velja ein lista heldur enn einstakt valevni minkaður munandi.

Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi.

Fýra ár frammanundan, í 2004, vóru tað 4.140 fólk, ið valdu ein lista heldur enn eitt einstakt valevni.

Í 2008 vóru tað 1.124 fólk, sum valdu ein lista.

Munurin var gott og væl 3.000 í einum høggi.

Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum á mest sum øllum valum – bæði løgtingsvali og fólkatingsvali – fær flestar listaatkvøður.



Á løgtingsvalinum í 2022 var býtið av listaatkvøðum hetta:

Fólkaflokkurin: 227 listaatkvøður (0,66 prosent)

Sambandsflokkurin: 404 listaatkvøður (1,18 prosent)

Javnaðarflokkurin: 364 listaatkvøður og (1,06 prosent)

Sjálvstýri: 52 listaatkvøður (0,15 prosent)

Tjóðveldi: 126 listaatkvøður (0,37 prosent)

Framsókn: 86 listaatkvøður (0,25 prosent)

Miðflokkurin: 136 listaatkvøður (0,40 prosent)

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45