Kjak

Ímillum vitleyst fólkaræði og toppstýrt serfrøðingaveldi

2020-04-23 20:30 Author image
Heini í Skorini, Ph.D., adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya

”People think of history in the long term. But history, in fact, is a very sudden thing.”

Orðini hjá amerikanska rithøvundanum Philip Roth hava sjáldan verið meira aktuell. Innanfyri nakrar fáar vikur slóðaði Covid19-virusið fyri eini globalari undantaksstøðu. Heimsins fremstu serfrøðingar eru samdir um, at støðan er álvarsom. Men teir hava ikki verið samdir um, hvussu kreppan skal handfarast. Tí síggja vit ymiskar strategiir í ymiskum londum. Danmark velur eina strategi, Svøríki eina aðra, Týskland eina triðju og Ongland eina fjórðu. Samstundis eru ósemjur millum heimsheilsufelagsskapin WHO og nationalar heilsufakligar myndugleikar. Prognosurnar eru ymiskar, tí fortreytirnar fyri prognosunum eru ymiskar.

Og grundleggjandi veit eingin, hvussu støðan í longdini fer at hátta seg. Grundleggjandi veit eingin, hvørt áleikandi undantaksstøðan er eitt søguligt vegamót ella ein lítil parentes, áðrenn heimurin fer aftur til ”business as usual”.

Og hvat skulu vit borgarar hugsa, tá heimsins fremstu serfrøðingar ikki eru samdir?

Summi fara á Facebook at gartera fimm ferðir um dagin. Heimagjørdir epidemiologar og Google-virologar, sum hava funnið sannleikan á netinum. Onkuntíð ivast man í, um heitið “lækni” yvirhøvur skal vera eitt vart heiti framyvir. Onnur ilskast og krevja treytaleysan loyalitet yvir fyri myndugleikunum. At kjakast og seta spurningar er landsskaðiligt virksemi, tí nú mugu vit standa saman!

Ongantíð áður hava so nógv havt so nógvar meiningar um eitt so torskilt evni. Allar hugsandi ideologiskar stevnur royna at tulka, hvønn lærdóm Corona-kreppan kann veita okkum. Røddir á vinstravonginum proklamera, at hetta er endin á globalisering og kapitalismu ella at Covid19 lærir okkum, hvussu vit skulu stríðast ímóti veðurlagsbroytingunum við sama kollektiva stríðsanda. Røddir á høgravonginum krevja isolatión og stongd landamørk, tí alt ónt kemur jú uttanífrá. Liberalistar blása í lúðurhorn, tí nú er tann totaliteri staturin í holt við at týna seinastu restirnar av okkara persónliga frælsi. Corona-virusið hevur ein tragikomiskan eginleika at staðfesta alt tað, sum ein og hvør helt frammanundan. Fólk, sum skoða heimin ígjøgnum forkromaðar ideologiskar brillur, viðurkenna sjáldan nuansur, tvístøður og pragmatiskt skil.

Fyrstu dagarnar vóru fólk á gosi, tí tá vóru tiltøkini ov lin. Flúgvingin skuldi t.d. steðga her og nú. Og tá tiltøkini virka eftir ætlan, eru fólk eisini á gosi, tí nú er øll miseran proportiónsleys og blást upp av myndugleikunum. Nei, ikki er tað lætt.

Tí er Corona-kreppan ikki bara ein materiell kreppa. Allar kreppur og politiskar stórhendingar innihalda eisini eina immateriella ella politiska dimensjón – nevniliga stríðið um hvat vit skulu gera, og hvat hetta merkir fyri okkum øll í longdini. Framtíðin er ikki bara treytað av materiellum viðurskiftum. Framtíðin er eisini treytað av, hvussu vit reagera, og hvørjar niðurstøður vit velja at taka við okkum inn í framtíðina.

Menniskjan er býtt
Corona-kreppan varpar ljós á eina klassiska demokratiska tvístøðu, sum er líka gomul sum Platon himself – nevniliga spenningurin ímillum fólkaræði øðrumegin og serfrøðingaveldi hinumegin. Eitt tað mest áhugaverda eyðkennið við Corona-kreppuni er, hvussu politiskir myndugleikar og milliónir av menniskjum kring allan heimin hava lurtað eftir serfrøðingum og vísindaligum myndugleikum. Ikki tí vit knappliga eru vorðin so rationell og upplýst, men tí vit óttast eina ítøkiliga hóttan. Tað snýr seg ikki um framtíðina hjá Móðir Jørð um 200 ár. Tað snýr seg um meg og míni nærmastu – her og nú.

Tí fáa serfrøðingarnir knappliga ómetaliga stórt vald. Demokratiið verður umskapað til eitt teknokrati, tí risikosamfelagið bankar á dyrnar. Og hendan brádliga virðingin fyri vísindaligum myndugleikum er í andsøgn við ta mótstøðu, sum annars er so sjónlig á politiska pallinum, tá serfrøðingar leggja fram síni vísindaligu úrslit; tá fiskifrøðingar á hvørjum ári koma við sínum tilmælum um stovnsrøkt og veiðitrýst; tá lívfrøðingar koma við sínum tilmælum um umhvørvisvernd og burðardygd; ella tá búskaparfrøðingar koma við sínum tilmælum um búskaparstýring og vinnupolitikk.

Slík mótstøða snýr seg ofta um ideologiskar, politiskar og økonomiskar interessur. Seinnu árini hava fleiri tvørvísindaligar granskingarverkætlanir kannað, hvørjir faktorar styrkja um anti-vísindalig sjónarmið og stikni ímóti vísindaligum myndugleikum (“the science of science communication”). Slík gransking kannar m.a., hvussu vit menniskju áhaldandi leita eftir upplýsingum, sum staðfesta tey sjónarmið, sum vit høvdu frammanundan (“confirmation bias” ella “motivated reasoning”), og hvussu vit verja okkara egna politiska, religiøsa ella mentanarliga samleika, ikki minst tá vit hoyra um nýggja vitan og vísindalig tilmæli (“identity protective cognition”).

Hesin íborni, kollektivi stammumentaliteturin ger okkum býtt og fakta-resistent og forðar fyri eini rationellari samtalu tvørtur um politiskar gjáir. Jú meira kjølfest vit eru í eini ávísari ideologiskari stammu, jú minni opin eru vit yvir fyri nýggjari vitan. Partar av høgravonginum venda sær ímóti veðurlagsbroytingum ella menningarlæruni hjá Darwin, hóast nærum allir serfrøðingar á økinum eru samdir. Og partar av vinstravonginum venda sær ímóti nýggjari gransking um t.d. kjarnorku ella ávísum vaccinum. Fleiri altjóða kanningar vísa, at fólk, sum ikki góðtaka menningarlæruna hjá Darwin ella menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar, hava hvørki minni vitan ella verri kognitivar førleikar enn onnur. Mótstøðan er ideologisk, politisk, religiøs ella mentanarlig. Tað snýr seg ikki um, hvat tú veist. Tað snýr seg um, hvør tú ert. Og tá gransking kemur í stríð við heilagar ideologiskar doktrinir, syndrast vit og skil.

Góð gransking er tað øvugta av stívrendari ideologi. Tað er ein roynd at testa sínar egnu fatanir og finna nýggja, objektiva vitan, sum kann slóða fyri nýggjum frambrotum. Tað er ikki lætt og miseydnast mangan. Men øll vísindasøgan prógvar, at tað ber til. Tí er politisk polarisering og anti-vísindaligur hugburður skaðiligari, enn ein gevur sær far um. Og tí eiga vit altíð at taka serfrøðingar og vísindaligar myndugleikar í álvara.

Serfrøðingar skulu hava mótspæl
Men hetta merkir ikki, at alt vald skal avreiðast til nakrar fáar serfrøðingar – heldur ikki undir eini kreppu. Corona-kreppan illustrerar jú, at serfrøðingar kring heimin eru innanhýsis ósamdir. Ósemjur ímillum vísindafólk er ein natúrligur partur av tí vísindaligu prosessini, tí øll vísindalig framleiðsla verður til umvegis ósemjur og kritikk og falsifikatión. Ikki minst tá vit standa yvir fyri nýggjum og ókendum fyribrigdum. Tí skulu serfrøðingar altíð hava mótspæl og kritiskar spurningar.

Corona-kreppan snýr seg eisini um at viga fleiri mótstríðandi atlit, sum fara út um spesifikku ekspertisuna hjá einum serfrøðingi, sum veit alt um Covid19. Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við teimum ymisku strategiunum í okkara grannalondum? Hvørjar eru tær heilsuligu og trivnaðarligu avleiðingarnar av isolatión og lock-down í fleiri mánaðir? Hvussu basa vit eini heilsukreppu uttan at skumpa undir eina búskaparkreppu við enn verri avleiðingum? Hvørjar heilsuligar avleiðingar hevur ein búskaparkreppa? Hvussu basa vit eini heilsukreppu uttan at ofra grundleggjandi rættindi, sum tíverri hendir í so nógvum londum kring heimin? Hvar finna vit røttu javnvágina ímillum frælsi og trygd?

Føroysku miðlarnir hava als ikki viðgjørt hesar stóru spurningar og etisku tvístøður, sum ein slík kreppa inniber. Og beint nú hava vit brúk fyri einum breiðari og meiri kvalifiseraðum kjaki, áðrenn serfrøðingar og myndugleikar byrja at avlýsa tiltøk fleiri mánaðir fram í tíðina. Kringvarpið hevur fingið nógv rós undir Corona-kreppuni, og Kringvarpið hevur megnað væl at miðla tað, sum myndugleikarnir siga. Men Kringvarpið hevur ikki givið myndugleikunum mótspæl og hevur heldur ikki fasiliterað eitt nóg breitt kjak um støðuna. Tað ber til at vera partur av eini tilbúgving og samstundis varðveita sín kritiska sans. Í londunum kring okkum finst eitt breitt og spennandi fakligt kjak við umboðum frá nógvum ymiskum fakbólkum. Men ikki í Føroyum.

Menniskjan er klók
Vísindafólk fara eisini at finna loysnir á Corona-farsóttini, eins og vísindafólk hava vunnið á so nógvum øðrum sjúkum og umfarssóttum, sum altíð hava heimsøkt mannaættina. Meiri enn helmingurin av øllum livandi verum á jørðini liva antin í ella á øðrum organismum. Ein ósjónligur herur av virus, bakterium og parasittum, sum spjaða seg frá organismu til organismu og altíð leita eftir einum nýggjum verti. Einaferð var hesin ósjónligi herurin av molekylerum rovdýrum fremsta deyðsorsøkin í heiminum. Men orsakað av ótrúligum vísindaligum og medisinskum framstigum hava vit vant okkum við eitt lív uttan herjandi umfarssóttir.

Corona-kreppan elvir til stúran og ótta. Men vit gloyma ta stóru myndina. Tað ótrúliga er ikki, at ein umfarssjúka hevur tvingað heimin í undantaksstøðu. Tað ótrúliga er, at umfarssóttir og alheimsfarsóttir eru vorðnar so sjáldsamar í okkara trygga og frælsa lívi. Hóast stórar avbjóðingar er søgan um Homo sapiens eisini søgan um ómetaliga framgongd – í mun til lívsaldur og heilsu, fátækradømi og vælferð, útbúgving og vitan, frælsi og mannarættindi. Fólk elska at tosa um allar vandarnar fyri framman. Men vit gloyma, hvat vísindi hevur avrikað. Vit gloyma, at vit eru tey hepnastu menniskjuni, sum nakrantíð hava livað á hesi klótuni. Vit gloyma, at vit higartil hava havt hegnið til at loysa stórar og hóttandi avbjóðingar. Og í mun til Corona-smittuna kunnu vit føroyingar gleðast um árvakin og proaktiv vísindafólk á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum hava heystað altjóða viðurkenning fyri teirra framskygni.

Bæði Føroyar og heimurin hava brúk fyri politikarum, sum kunnu endurreisa virðingina fyri serfrøðingum og vísindaligum myndugleikum, tí skilagóðar politiskar avgerðir hvíla á einum upplýstum grundarlagi. Samstundis eiga vit at stimbra kritikk og livandi demokratiskt kjak um allar tær tvístøður, sum ein kreppa hevur við sær. Hetta seinna hava vit føroyingar als ikki megnað, síðani undantaksstøðan varð sett í verk.

Tað vitleysa fólkaræðið, sum ikki virðir serfrøðingar og vísindi, er vandamikið. Men tað toppstýrda serfrøðingaveldið er eins vandamikið. Kynstrið er at finna tann gylta millumvegin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður