Illgruni um bumbu steðgaði týskum jólamarknaði

Mynd: Epa.eu

Illgruni um bumbu steðgaði týskum jólamarknaði

2017-12-02 13:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ein jólamarknaður í Potsdam fríggjadagin í Týsklandi, fekk ein bráðan enda, tá løgreglan fann ein pakka, ið sá illgrunasamur út. Øll fólk vóru biðin um at flyta seg burtur úr økinum og økið bleiv kannað.

Týska løgreglan hevur síðani váttað, at pakkin ið bleiv funnin, allarhelst var ein bumba. Pakkin bleiv sendur til eitt apotek, ið lá í sama øki sum jólamarknaðurin bleiv hildin. Eitt starvsfólk opnaði pakkan og fann leidningar, seymir og ymsan elektronikk í honum. Løgreglan bleiv síðani tilkallað. 

Jólamarknaðir eru á hvørjum árið hildnir í desember í Týsklandi, og eru teir altíð sera væl vitjaðir og væl umtóktir. Tað verður mett at meiri 2600 jólamarknaðir verða hildnir kring landið í Týsklandi í desember. Í fjør hendi eitt terrorálop við ein jólamarknað við Breitscheidplatz í Berlin. 12 fólk lótu lív og meira enn 50 fólk vóru særd. Týska løgreglan hevur tískil hert trygdina munandi við allar jólamarknaðar síðani.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður