Uttanlands

Illgruni um bumbu í Brússel

2016-07-20 16:01 Author image
Jákup Højgaard

Stórt løgregluátak er í belgiska høvuðstaðnum Brússel í dag.

Løgreglan fekk fráboðan um ein illgrunasaman mann nær við Place de la Monnaie í miðbýnum í Brússel. Maðurin var í einum langum frakka, har leidningar sóust stinga út. 

Illgruni er um, at maðurin hevur eina bumbu og bumbuliðið hjá løgregluni er til staðar. Umráðið er avbyrgt og fleiri handlar og gøtur eru stongdar. 

Maðurin er ikki handtikin enn, men sambært BBC hevur løgreglan tamarhald á støðuni. 

Í morgin er tjóðardagur í Belgia og trygdin í býnum er sera høg. Fyrr í ár vórðu 32 fólk dripin í bumbuálopum í Brússel.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður