Heimatíðindi

Illgruni er um at springarin tilætlað var píndur

Illgruni er um at springarin tilætlað var píndur

Góðskan á myndunum er so vánalig, at illa ber til at kenna nakran aftur (Mynd av youtube)

2018-09-21 18:19 Author image
Ingi Samuelsen

Enn er enn ikki eydnast at finna útav, hvør tað er, sum í fleiri minuttir stendur og stríðist við at fáa lívið av tí eina springaranum í drápinum í Streymnesi 11. september.

Róð hevur verið framundir, at myndirnar, serliga á tí eina filminum, sum Sea Shepherd legði út eftir drápið, kanska vóru manipuleraðar ella tilætlaðar onkusvegna.

Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík og ovasti myndugleiki í sambandi við drápið henda dagin, er eisini alt meira sannførdur um, at endamálið við myndunum einans hevur verið at skaða umdømi hjá Føroyum.

- Tað er ógvuliga nógv, sum undrar meg við hesum filminum, og eg ivist stórliga í, um tað er ein føroyingur, sum stendur har og stríðist við at fáa lívið av hasum springaranum, sigur Karl Johansen í samrøðu við dimma.fo í dag.

Umrøddi filmur sæst í hesi grein: Hetta er einki minni enn ein katastrofa


Karl Johansen (Savnsmynd: Norðlýsið)

Løgin atburður
Upptøkurnar eru gjørdar við neystini norðan fyri Streymnes, har nakrir fáir springar endaðu í grótinum.

- Eg haldi tað vera løgið, at kvinnan, sum skuldi dokumentera drápið, er farin oman millum neystini at taka upp. Tí tað var ikki har, sum sjálvt drápið gekk fyri seg. Tað var frá ósanum og í buktini norðureftir. Tað var eisini har, sum eg sjálvur og allir grindaformenninir vóru staddir. Onkrir hvalir endaðu í grótinum har norðuri við neystini, men tað eydnaðist bátunum at fáa teir flestu springarnar longur inn í buktina har høgligari var at drepa, greiðir Karl Johansen frá.

Ongin kennist við fólkini
Harvið leggur hann eisini upp til, at ætlanin við upptøkunum var at vísa nakað, ið einans kann skaða okkara umdømi og ikki vísa hvussu vit halda springarum til.

- Eg havi spurt nógv fólk í økinum - grindaformenn og onnur, men tað er ongin, sum kennist við fólkini, sum síggjast á filmsupptøkunum. Tað er undarligt.

- Mátin, sum persónurin uppførir seg er eisini sjáldsamur – beinleiðis óføroyskur. Eg havi ongantíð upplivað í grind, at onkur, sum ikki hevur havt amboð til at avlíva ein hval, soleiðis er hildin áfram við at skera í djórið í fleiri minuttir. Vanligt er, at tað kemur róp í beinanvegin, og kallað verður eftir hjálp frá onkrum, sum hevur betri amboð, at fáa lívið av hvalinum, sigur sýslumaðurin.

Í baksýni kann Karl Johansen gott iðra seg um, at eingir ábyrgdarpersónar vóru til staðar í økinum, har hesar upptøkurnar eru gjørdar.

Eiga at ansa betri eftir
Men hann staðfestir eisini, at myndugleikin í framtíðini helst eigur at ansa betri eftir hvat fer fram undir grindadrápi viðvíkjandi fotografering og stroyming.

- Í hesum føri vita vit, at tað var ein limur ella eitt umboð hjá felagsskapinum Sea Shepherd, sum tók upp, tí sum eg skilji, vóru myndirnar sendar beinleiðis á síðum hjá Sea Shepherd. Og vit vita jú hvussu hesin felagsskapurin arbeiðir...

Og harvið sipar sýslumaðurin til illgrunan um, at tað kanska ikki er óhugsandi, at tað er eitt umboð fyri felagsskapin, sum stendur og pínir handa neyðars springaran á filminum. Góðskan á myndunum er so vánalig, at tað ikki ber til at kenna persónarnar aftur. Tað er ikki vanligt, at Sea Shepherd sendir myndir av so vánaligum kvaliteti út. Tí eru tað nógv sum undra seg, og hugsa tankan um, at talan er um eina tilætlaða píning av djórinum við tí endamáli at skaða føroyskt umdømi í umheiminum.

Karl Johansen sigur, at kanningar í løtuni verða gjørdar fyri at finna útav, um ein manipulatión er farin fram í sambandi við framleiðsluna av hesum filminum. Hann ynskir tó ikki at koma nærri inn á hvat slag av kanningum, talan er um.

Les eisini: Bretskir miðlar vísa hvussu springarar "slátrast av læandi føroyskum fiskimonnum"

Les eisini: Eiga at umhugsa springaradráp

Les eisini: - Rakar ikki útlendingar um vit drepa springarar

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður