ILA vandin fyribils avlýstur

2016-07-18 15:54 Author image
Simona Midjord
Fyri fýra døgum síðan komu boðini um, at illgruni var um ILA í einum alibrúki hjá Bakkafrost í Hvannasundi. Nærri kanningar skuldu tó til fyri at staðfesta, um úrslitini frá royndunum vóru eftirfarandi. Sambært Kringvarpi Føroya hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú fingið nøkur úrslit aftur í sambandi við kanningarnar sum vísa, at ILA ikki kann staðfestast.
Tað er tó ikki so, at seinastu úrslitini beina allan illgruna av vegnum, og nærri kanningar verða gjørdar næstu mánaðirnar fyri endaliga at finna út av, um ILA er í ringunum ella ikki.
Var talan um ILA, mátti allur fiskurin í ringunum burturbeinast, men hesum sleppur Bakkafrost nú undan.
Hetta eru góð tíðindi fyri Bakkafrost, hvørs virði á partabrævamarknaðinum eisini lækkaði heilt fitt eftir at tíðindini bórust.
ILA gjørdi meira ella minni enda á allari vinnuni um aldarskiftið, og tí vórðu nógv tiltøk sett í verk, sum skuldu byrgja fyri, at nakað líknandi kundi henda aftur. Millum annað er reglulig eftirlit, og mannagongdirnar púra greiðar, tá illgruni tekur seg upp ella ILA verður staðfest, so sjúkan ikki breiðir seg.
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður