Heimatíðindi

Ikki satt at tilfar manglaði

Hans Atli Dahl

Hans Atli Dahl

2020-08-06 12:44 Author image
Katrin Johannessen

Thetis og Amplexa Genetics gjørdu Heilsumálaráðnum greitt 7. juni, at tey høvdu tilfar at standa fyri kanningum, ið samband við at landið skuldi lata uppaftur. Løgmaður segði 13. juni, við Dimmu, at sambært, tí hann hevur fingið upplýst, bjóðaðu privatar fyritøkur seg at veita analysu men ikki at kanna fólk. Men hetta er ikki satt. 

Í einum brævi, sum var sent Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum 7. juni, bjóða Thetis og Amplexa Genetics sær eisini at standa fyri sjálvum kanningunum. 

Soleiðis stendur millum annað í brævinum. “Ønskes en total løsning hvor selskaberne skal stå for prøvehåndteringen af alle de tilrejsende, så kunne man forestille sig en løsning hvor prøven tages ved ankomst og at man bruge reservationsnummeret/QR-koden på billetten som identifikation.”

Víðari stendur “Vi vil med dette brev gøre opmærksom på at vi kan levere en Covid-19 screeningsløsning i forbindelse med genåbningen af landet og vi stiller hermed vores viden og faciliteter til rådighed. Hvilken af ovennævnte løsninger man ønsker implementeret ser vi frem til at diskutere med jer.”

-Vit settu okkum í samband við Heilsumálaráðið, tá vit skiltu at har ikki vóru ætlanir um at testa fólk, sum komu inn í landið, tí vit vildu gera teimum greitt at vit høvdu kapacitet at standa fyri kanningararbeiðnum sigur Hans Atli Dahl úr Amplexa Genetics. 

-Vit gjørdu eisini myndugleikunum greitt, at best hevði verið at kanna tvær ferðir í samband við innferð í landið. Fyrstu ferð í landinum, har farið verður frá og síðan á fimta degi eftir komu. Soleiðis gongur tað fyri seg í Grønlandi, har vit standa fyri kanningum, sigur Hans Atli Dahl.

Tey fingu tó at vita, at hetta var ikki møguligt, tí tilfar manglaði. Tá tey í Amplexxa søgdu frá, at hetta tilfari høvdu tey, so var okkurt annað sum manglaði. Tá tey vístu á, at hetta høvdu tey eisini, so var okkurt annað, og soleiðis helt tað fram. 

-Vit spurdu um, hvør politiska ætlanin var, soleiðis at vit kundu skalera til hetta. Men vit fingu ongantíð svar. Um vit høvdu fingið at vitað, hvat tørvur var á, so høvdu vit kunnað livað upp til tað. Vit hava og høvdu eisini tá, bæði tilfar og møguleika at kanna, soleiðis at øll, sum ferðaðust inn í landið, kundu verið kannað tvær ferðir, sigur Hans Atli Dahl.

-Um vit høvdu kannað tvær ferðir í staðin fyri bert einaferð, so høvdu vit fangað 95 prosent av smittutilburunum, tí inkobatiónstíðin fyri smittuna er í flestu føðrum 5 dagar. Hjá summum vísir smittan seg seinni, men eftir 11 døgum vísir tað seg hjá 97 prosentum, sigur Hans Atli Dahl.

Frá Heilsumálaráðnum fingu tey als onki svar uppá brævið. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður