Heimatíðindi

Ikki nøgdir við gongdina hóast gott úrslit

Ikki nøgdir við gongdina hóast gott úrslit

(Savnsmynd)

2018-06-28 16:25 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast Pf. Enniberg hevði eitt gott ár í fjør við 16 milliónum krónum í avlopi, so letur leiðslan fyri felagið ikki so væl at umstøðunum, sum tær síggja út fyri felagið í løtuni.

16,8 milliónir krónur í avlopi er yvir 12 milliónir betri enn árið frammanundan, tá avlopið var 4,9 milliónir. Betraða úrslitið sæst aftur í roknskapinum við øktum bruttovinningi, lækkaðum lønarútreiðslum og minni avskrivingum.

Pf. Enniberg eigur og rekur barentshavstrolaran við sama navni, men fremur eisini íløgur í aðra vinnu, og eigur eitt nú helmingin av sølumiðstøðini SMS.

Sambært ársfrágreiðingini er tað onnur vinna enn fiskivinnan, ið eigur æruna av góða úrslitinum fyri 2017. Soleiðis verður sagt í ársfrágreiðingini:

”Ársúrslitini seinastu tvey árini hava verið nógv merkt av, at felagið hevur havt stórar útreiðslur í 2016 og stórar inntøkur í 2017 av virksemi, sum ikki hevur við fiskivinnu at gera.

Leiðslan metir samlaða úrslitið at vera nøktandi, hóast leiðslan ikki er heilt nøgd við gongdina innan fiskivinnupartin.”

Sambært frágreiðingin er úrslitið av fiskivinnuni minkað úr 13,3 milliónum í 2016 til 4,7 milliónir í 2017. Meðan annað virksemi, herundir kapitalinntøkur, er økt við næstan 23 milliónum frá -10,7 í 2016 til 12,1 milliónir krónur í fjør.

Pf. Enniberg hevði í fjør ein bruttovinning á 71 milliónir krónur, og rindaði út 44,1 milliónir í lønum. Eftir avskrivingar, fíggjarligar inntøkur og skatt, vóru 16,8 milliónir eftir botnlinjuni.

Sostatt er eginpeningurin í felagnum nú komin upp á 179,4 milliónir krónur.

Pf. Enniberg eigur smápartafelagið Ametyst, sum eigur og rekur partrolararnar Ametyst og Jaspis. Hetta felagið hevði góðar tríggjar milliónir krónur í avlopi í fjør. Hetta var tó ikki nóg mikið til at rætta upp á eginpeningin hjá felagnum, sum leingi hevur verið negativur, og er tað enn við 24 milliónum í minus. Men móðurfelagið hevur ”játtað felagnum neyðugt gjaldføri til at halda fram við virksemi sínum”.

Eigari av pf. Enniberg er felagið pf. Farcod, sum Mortan Johannessen og familja hansara eisini eiga, og sum virkar sum móðurfelag í samtakinum.

Samtakið, sum umfatar feløgini Enniberg og Ametyst umframt helmingin av SMS, hevði í 2017 eitt bruttoúrslit á 97,1 milliónir krónur og eitt ársúrslit á 20,2 milliónir, 13 milliónir betri enn árið fyri.

Kaj Johannesen er stjóri fyri feløgini Enniberg og Farcod. Tað eru eisini somu fólk, ið manna nevndirnar. Mortan H. Johannesen er formaður, og hinir nevndarlimirnir eru Hildigunn Johannesen, Niels Johannesen og Kaj Johannesen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður