Uttanlands

IKEA á rættari leið

2020-02-27 09:29 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Kolevnisútlátið minkaði um alla fyritøkuna fyri ári 2019 og tað er fyrst ferð tað hevur eydnast. Orsøkin er skiftið og vaksandi nýtsla av varandi orku, skrivar Reuters.

Frá framleiðslu av rátilfari og vøru, til kundanýtslu og burturbeining minkaði útlátið hjá IKEA 4.3%. Tað svarar til tað sama sum 24,9 milliónir tons av CO2 ekvivalentum.

IKEA miðar eftir at verða umhvørvisvinarligari, og ætlar innan 2030 at skera meira útlát, enn latið verður út. Um fyritøkan skal kunna tað, má minkingin av útláti í hvussu so er verða 15% árliga.
IKEA framleiður 10% av vøruni sjálvi, restin er frá útvegarafyritøkum. Fyri at skunda undir grønu gongdini hevur fyritøkan sett 100 milliónir evrur av til at eggja og hjálpa teirra beinleiðis útvegarum at skifta til grønari orku. Umframt tað eru 100 milliónir evrur settar av til endurplanting og verju av skógum.

Fleiri av heimsins risafyritøkum eru farnar undir líknandi verkætlanir. Í januar gav Microsoft lyfti um, at súgva 45ára langa útlát upp úr atmosferini, og Mærsk hevur ætlanir um, at flotin skal vera grønur í 2050.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður