Heimatíðindi

Í heyst verður aftur møguleiki at søkja menningarkvotur

Í heyst verður aftur møguleiki at søkja menningarkvotur

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-14 18:30 Author image
Ingi Samuelsen

Fiskimálaráðið fekk ikki færri enn 38 umsóknir, tá freistin av lata inn umsóknir til menningarkvotur var úti 28. mai í ár.

- Talan er um nógvar spennandi umsóknir. Ongin av teimum, sum hava fingið, hava fingið so nógv, sum tey ynsktu, men hesar verkætlanirnar eru valdar, tí tær vóru mettar av vera tær, sum best uppfyltu krøvini í kunngerðini.

Soleiðis segði Høgni Hoydal á tíðindafundi í Fiskimálaráðnum seinnapartin, men hann skundaði sær so eisini at leggja afturat, at tað eisini vóru góðar umsóknir, sum ikki fingu nakað tillutað hesaferð.

Men longu í heyst verður gjørd kunngjørd nýggj kunngerð fyri menningarkvoturnar fyri 2019, og tá verður møguleiki at søkja aftur.

- Fyrisitingin hevur givið øllum umsøkjarunum, sum ikki hava fingið menningarkvotur hesaferð eitt svar við grundgevingum. Mín vón er, at feløgini aftan fyri hesar umsóknirnar, nú kunnu brúka svarini til at koma við eini enn betri umsókn, tá vit seinni í ár fara at býta menningarkvoturnar fyri komandi ár.

Høgni Hoydal tekur sjávur ábyrgdina av, at tíðardrag kom í viðgerðina av umsóknunum hesaferð.

Tá tað er sagt, so heldur hann ikki, at talan er um langa málsviðgerð, tí talan var um nógvar umsóknir, sum allar skuldu gjøgnumgangast og viðgerast og fáa eitt grundað aftursvar.

Metingarnevndin byrjaði sítt arbeiði fyrst í juni mánaði, og longu 17. juli gav hon Fiskimálaráðnum sítt tilmæli. Gestur Hovgaard, formaður í nevndini, greiddi frá, at tey beinanvegin tóku varalimirnar við í arbeiðinum, tí tað vísti seg at vera so umfatandi.

Umframt Gest Hovgaard, sótu Guðrið Andorsdóttir og Arnbjørn Egholm í metingarnevndini við Ásmundi Guðjónsson, Bartal Dulavík og Rúnu Hjelm sum tiltakslimum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður