Heimatíðindi

Í føðingardag hjá drotningini

mynd: Per Morten Abrahamsen & Wonderful Copenhagen

mynd: Per Morten Abrahamsen & Wonderful Copenhagen

2020-02-11 13:43 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Herfyri fekk Katrin Dal-Christiansen eina forkunniga føðingardagsinnbjóðing. Har stóð at dansiskúlin hjá henni var vælkomin í Tivoli at dansa fyri drotningini. 
Katrin Dal-Christiansen hevur Dansiskúlan á Jóannesar Paturssonar gøtu, har uml. 100 børn og vaksin dansa hvørja viku. 

Í apríl verður stórt hátíðarhald í Tivoli fyri Margretu drotning, sum verður 80 ár. Hátíðarhaldið verður vikuskifti 25. og 26. apríl, og tá verður Tivoli fylt við dansi, tónleiki og fýrverki. 

Margreta drotning er ein stórur fjeppari av ballett og ein av gávunum til hana eru ein rúgva av ymiskum framførslum av kendum ballettdansarum og dansiskúlum úr Føroyum og Grønlandi.

Framførslan hjá Dansiskúlanum verđur ein samanseting av ballet, lyrical og jazz dance um kópakonuna. Tað eru fýra ung, sum fara at framføra Kópakonuna, ein dansisýning, sum Katrin Dal-Christiansen hevur gjørt.

Dansararnir sum fara til Tivoli, at framføra fyri drotningini í apríl eru Ester Restorff, Rósa Hansen, Ludvík Petur Heðinsson, Giusy Calculli og Katrin Dal-Christiansen, dansilærari.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður