Heimatíðindi

Í dag er altjóða autismudagur

2020-04-02 10:18 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 Í dag er altjóða autismudagur. Dagurin skal varpa ljós á tey við autismu og familju teirra. 

Í dag, eins og undanfarin ár, er Tinghúsbøurin prýddur við appilsingulum putlibrikkum. Brikkarnir ímynda putlispælið, sum skal passa saman í samfelaginum. 

Upprunin til fleiri av ímyndunum av autismudegnum, bæði putlispælið og tann blái liturin, eru langt frá dagsins hugsan. 

Upprunaliga var putlispælið myndað eftir hvussu fólk við autismu skuldu passa inn í samfelagið, men farið er frá hesari hugsanini. Ímyndin er nú at alt samfelagið skal passa saman í einum putlispæli, har øll eru í. 

Blái liturin, sum eisini áður hevur ímyndað autismu, kemur frá eini aðrari hugsan um hvussu fólk kundu lekjast fyri autismu, og tí verður blái liturin ikki brúktur av Autismufelaginum.

 

Autismufelagið fortelur, at hendan tíðin er serliga avbjóðandi fyri tey, sum liva við autismu. Tað er stórur tørvur á einum skipaðum daglidegi hjá fleiri av teimum, og tað kann vera torført at skipa dagin, sum hann eigur at vera í hesum tíðum. 

 

Altjóða autismudagurin er eitt átak frá ST fyri at varpa ljós á autismu um allan heimin. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður