Heimatíðindi

Hvussu er at vera ein fuglur?

(Hesin gleðir seg til fyrilestur, so fólk fara at skilja hann betri. Mynd: Shutterstock)

(Hesin gleðir seg til fyrilestur, so fólk fara at skilja hann betri. Mynd: Shutterstock)

2019-05-13 11:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tað fer enski professarin Tim Birkhead at greiða frá á ókeypis fyrilestri

Menniskju hava helst altíð verið hugtikin av evnunum til at flúgva. Ein hugtakandi eginleiki, sum flestu fuglar taka fyri givið, tí tað fellir teimum heilt natúrligt at flúgva.

Hóast vit hava meir til felags við strussin enn superman, tá tað tað snýr seg um at flúgva, so hevur Tim Birkhead eitt boð uppá, hvussu tað er at vera ein fuglur.

[object Object](Tim Berkhead professari og Sir David Attenborough, sum er kendur fyri ótrúligar náttúrusendingar. Mynd: University of Sheffield)

Tim Birkhead er bretskur professari og hevur millum annað havt fyrilestrar um fuglar á TED, sum er ein risa platformur fyri vísind og áhugaverd hugskot. 

Tá klokkan verður 19 tann 28. mai, so fáa føroyingar høvið at hoyra Tim Birkhead greiða frá, hvussu tað er at vera ein fuglur.

Fyrilesturin verður í Kongshøll og er ókeypis. Tað eru Føroya Fuglafrøðifelag og Fróskaparfelagið, sum skipa fyri tiltakinum.

Hoyr Tim Berkhead greiða frá vísdóminum hjá fuglum HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður