Heimatíðindi

Hvítabjørnin fekk laks við majones omaná

2018-06-11 10:05 Author image
Ingi Samuelsen

Lítla træskipið Havella, sum vitjaði Havnina í síðstu viku við millum øðrum norska ævintýraranum Ragnari Thorseth umborð, er eitt søguligt far.

Upprunaliga varð Havella bygd í Risør í 1952 til at sigla til Svalbards við ríkum bretum og amerikanarum, sum vildu sleppa at skjóta hvítabjarnir.

Tí er Havella eisini væl innrættað umborð, tí ferðafólkið, sum rindaði nógvar pengar fyri upplivingina, skuldu eisini hava tað gott umborð. 58 føtur er hon long, og skrokkurin styrktur til ferðslu í íshavinum.


(Mynd: Jens Kr. Vang)

- Fyrst í sjeytiárunum var ikki longur loyvt at veiða hvítabjørn, og tí gjørdist virksemið við at sigla við turistum í íshavinum ikki so gevandi longur. Ein reiðari í Bergen yvirtók skipið frá Odd Berg í Tromsø, sum lat skipið byggja, og brúkti tað sum móttøkuskip til gestir sínar.

Ragnar Thorseth fekk fatur á skipinum í 1986, tá hann var á veg heim á siglingini kring knøttin við víkingaknørrinum Saga Siglar. Hann var heimskendur tá, og tað lá ræði fyri hjá honum at yvirtala fólk við pengum at stuðla hansara ætlanum.

Les eisini: Ein rættur ævintýrari

Tá vit vitjaðu umborð á Havella í farnu viku segði hann søguna um hvussu hann fekk fatur á skipinum:

- Eg ringdi til reiðaran Per Grieg í Bergen, sum átti skipið tá og spurdi hvat hann skuldi hava fyri tað. Hann segði, at Havella ikki var til sølu. Men so greiddi eg honum frá mínum dreymum um at fáa hendur á einum góðum skipi, har eg kundi geva familju míni góðar umstøður á mínum ferðum, og tað endaði við, at hann játtaði at segja skipið fyri hálvaaðru millión krónur.

- So ringdi eg til vinmann mín, stjóran í Sunnmøre Bank, og bað hann lána mær tríggjar milliónir, og tað var einki problem. Hann spurdi bara hvørja kontu pengarnir skuldu flytast á. Eg gav honum kontonummarið hjá Grieg og bað hann flyta helmingin til hansara, og so brúka hin helmingin til at rinda mína skuld. Jú, tað var lættari at fáa fígging tá, enn tað er nú, konstaterar Ragnar Thorseth.

Á túrinum til Grønlands nú eru átta fólk við Havella. Men manningin verður skift út javnan tær átta vikurnar tey eru burtur. Talan er um norðmenn, flest teirra væl uppi í árunum, sum hava goldið fitt av peningi fyri at vera við á túrinum, og harvið eisini fíggja ferðina.

Ragnar Thorseth átti Havila fram til 2010, tá hon varð seld. Men Ragnar hevur fingið brúksrættin yvir søguliga farið til ferðina hann nú er farin til Grønlands í sambandi við at hann skal rógva í serligari kajakk fram við vesturstrondini saman við teilendsku konu síni.

Les: Pen eigur lívið í mær – hetta er fyri at takka henni

Thorseth brúkti Havella til at sigla nógvar túrar í íshavinum og í Grønlandi. Bæði í privatari sigling saman við konu og synum, men eisini við gestum, sum rindaðu fyri serligar upplivingar. Havella var eisini fylgiskip, tá Ragnar sigldi við víkingaskipinum Gaia til New York og víðari til Manaus langt uppi Amazon ánni í Brasilia í sambandi við eina Unicef-ráðstevnu har. Havella hevur sostatt verið brúkt til móttøkur í sambandi við at statsleikarar og kongalig hátign komu at heilsa uppá.

Men mest umrødda ferðin við Havella gjørdi Ragnar Thorseth í 1989, tá hann fór til Svalbard við konuni Kari og synunum Erik og Njål fyri at liggja vetur uppi í ísinum á Kongsfjorden, sum liggur á 79. breiddarstigi.

Har búleikaðust tey tað mesta av einum ári, og serliga filmsbrotini har hvítabjarnir leita sær umborð á Havella fyri at leita sær føði, gjørdust kend.

Sí myndirnar í videobrotum til greinina

 


Rúmsátt er umborð (Mynd Jens Kr. Vang)


Norðmenn í besta aldri hava goldið fyri at sleppa at sigla við Havella (Mynd: Jens Kr. Vang)


Vinmaðurin Tróndur Patursson og sonurin Brandur komnir á vitjan umborð nakað árla á morgni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður