Heimatíðindi

Hví eru næstan allir víðgongdir yvirgangskroppar menn?

Hví eru næstan allir víðgongdir yvirgangskroppar menn?

Michael Kimmel (skíggjamynd: TedTalks)

2018-04-20 08:18 Author image
Tíðindaskriv

Týskvøldið 8. mai verður almennur fyrilestur og pallborðskjak í nýggja fyrilestrasalinum Kongshøll í gomlu saltgoymsluni í Sjóvinnuhúsinum. Hetta er fyrsta almenna tiltakið í Kongshøll, og tað er ikki hissini fyrilestrahaldari, sum er á skrá.

Tiltakið er í tveimum pørtum. Í fyrsta partinum heldur Michael Kimmel professari og kynsgranskari við sergrein í maskuliniteti – helst tann kendasti av sínum slag í heiminum – ein fyrilestur: “Lekidómur móti hatri:: Hvussu ungir menn koma inn í – og út úr – víðgongdum harðskapi”. Annar partur er eitt pallborðskjak við evninum “Í kjalarvørrinum á #meetoo – hvat hava vit lært?”, har Amy Aronson professari luttekur saman við Kimmel og øðrum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Javnstøðunevndin og Vitska – eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið – hava bjóðað sosiologinum og rithøvundanum, Michael Kimmel professara, umframt journalisti og ritstjóra, Amy Aronson professara – bæði úr New York City í USA – til Føroya. Vitska hevur til endamáls at skipa fyri almennum fyrilestrum við aktuellum granskarum og øðrum, sum kunnu varpa ljós á aktuell evni og á gransking, sum hevur almennan áhuga. 

Um Michael Kimmel, professara
Sosiologurin, rithøvundurin og forsprákarin fyri javnstøðu, Michael Kimmel, er forstjóri á Center for the Study of Men and Masculinities á Stony Brook Universitetinum í New York, har hann eisini er heiðursprofessari í sosiologi og kynsgransking. Hann hevur skrivað 20 bøkur, millum aðrar “Manhood in America”, “Angry White Men”, og best-sellaran, “Guyland”. Hann ráðgevir stjórnum, alheims fyritøkum og felagsskapum kring allan heim um menn og javnstøðu.

The New York Times, The Guardian og Huffington Post m.o. hava lýst hann sum heimsins fremsta kynsgranskara. Í sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at fáa menn til at stuðla javnstøðu, hevur Kimmel hildið fyrilestrar á meira enn 300 hægri útbúgvingarstovnum, universitetum og studentaskúlum.

Hann hevur hildið røðu í Evropaparlamentinum, í Evropakommisiónini og í Evroparáðnum á Altjóða Kvinnudegnum. Og hann hevur arbeitt saman við ráðharrunum fyri javnstøðu í Noregi, Danmark og Svøríki um verkætlanir ætlaðar at stuðla dreingjum og monnum. Hann veitir felagsskapum, fyritøkum og almennum stovnum ráð um javnstøðu. Nýliga lýsti The Guardian hann sum "heimsins víðagitnasta mannliga feminist."

Kimmel er maður Amy Aronson, professara. 

Um Amy Aronson, professara
Amy Aronson er professari á Fordham University í New York við sergrein í miðlasøgu við serligum denti á amerikonsk bløð. Innan fyri hesar karmar er hennara fremsti áhugi kynsgransking, bæði kvinnugransking og maskulinitetsgransking. Hon hevur givið út bæði vísindaligar og journalistiskar greinir um kynsspurningar, um margfeldi, um miðlasøgu og amerikanska mentan.

Hon hevur arbeitt sum ritstjóri á fleiri kendum bløðum, m.a. Working Woman og Ms., og hevur skrivað greinir í BusinessWeek, Global Journalist og í sunnudagsútgávuni av the Boston Globe.

Hon granskaði søguna hjá teim fyrstu amerikonsku kvinnubløðunum og lýsti hetta í bókini "Taking Liberties ". Grein hennara "Everything Old is New Again: How the 'New' User-Generated Magazine Takes Us Back to the Future" vann Best Article of the Year Award frá the American Journalism Historians Association. Hon hevur eisini skrivað fleiri bøkur um sosiologi saman við Michael Kimmel professara, so sum “Sociology Now”, og tvey-binds verkið “Encyclopedia of Masculinities”.

”Lekidómur móti hatri”
Fyrilesturin hjá Michael Kimmel er grundaður á seinastu bók hansara "Healing from Hate: How Young Men Get Into ― and Out of ― Violent Extremism".

Við hættisligari ferð tykjast alt fleiri hvítir amerikanarar at gerast víðgongdir nationalistar. At síggja til eru teir eggjaðir av, at Trump kom til valdið í USA, og av Alt-Right rørsluni. Bókin "Healing from Hate" varpar ljós á hatur sum eitt altjóða fyribrigdið og á atvoldina til, at eitt nýtt ættarlið av ungum monnum, ið leita eftir eini meining við lívinum og einum stavnhaldi, lata seg draga inn í hesar víðgongdu rørslur. Bókin avdúkar, hvussu ein ávís ímynd av maskuliniteti í sjálvum sær er fullkomiliga flættað inn í hetta fyribrigdið, og hvussu hesir ungu menn veruliga halda, at teir ongan týdning hava í hesum heimi, og hvussu teir kenna seg skúgvaðar til viks. Bókin granskar orsøkirnar, sum liggja aftanfyri fyribrigdið, og djarva arbeiðið hjá teimum, sum eru slopnir burtur úr víðgongdu yvirgangsbólkunum.

Tað innlitið, sum Kimmel hevur fingið gjøgnum sína víðfevndu gransking av monnum kring allan heim, sum hava vent víðgongdu bólkunum baki og nú arbeiða skipað ímóti radikaliseringini, hevur ført hann til merkisverdu niðurstøðuna, at kjarnumálini í USA og í muslimska heiminum í hesum høpi eru tey somu: Samfelagið hevur svikið teir ungu menninar og hevur ikki dugað at sett seg inn í støðu teirra. Framvøksturin av hatursbólkum er partur av einum grundleggjandi umskifti í tí sundurbrotna sonevnda amerikanska dreyminum. Sæð í ljósinum av amerikanska forsetavalinum í 2016 er hetta ein gongd, sum bara er styrknað kring allan heim. Hvussu ber tað til, at vit menniskju eru komin, har vit eru í dag, har vit hava vent vreiði okkara móti hvørjum øðrum? Hvat dregur ungar menn inn í víðgongdar yvirgangsbólkar?

Hvørjar eru ideologiirnar, sum geva teimum íblástur til hetta? Og hvørji eru tey kensluligu bondini, sum verða smíðað í hesi tilgongd, sum gera tað so torført hjá teimum at sleppa burtur úr tí aftur, hóast teir fegnir vilja?

Fólkaræðið, har siðment samtala millum menniskju ræður, møtir stórum avbjóðingum í dag. Kimmel roynir at vera tann sakliga, skynsama røddin, sum ger vart við rótina til hatrið og vísir á ein møguligan veg frameftir móti eini tolsamari verð. 

#metoo – hvat hava vit lært?
Ein baksláttur tykist at henda í løtuni í kjalarvørrinum av #MeToo og #TimesUp rørsluni. Kjak í sosialu miðlunum og øðrum miðlum í heila tikið avdúka, at – summir – menn gerast alt meira varnir – ella beinleiðis illviljaðir – mótvegis konufólki, serliga mótvegis feministum. Summir halda, at feministar hata allar menn, og at feministar síggja allan maskulinitet sum eitrandi (toxic). Summir halda, at feministar vilja gera allar menn til mammudreingir og viska burtur allar munir millum kynini. Summir ákæra feministar fyri at dyrka offurleiklutin bara fyri at manipulera og vinna sær vald á monnum, og ákæra feminismuna fyri at vera orsøkina til alla teirra líðing.

Er hetta ein rættvís tulking av feminismuni? Ella er feminisma í veruleikanum beint tað øvuta: Styrkir feminisma BÆÐI kvinnur OG menn?

Pallborðið fer at kjakast um mýtur um feminismu, maskulinitet og feminitet og um spurningar so sum: Er maskulinitetur veruliga hóttur? Er feminisma góð ella ring fyri menn? Er feminisma í afturgongd? Hvussu handfara vit hugburð, sum fremur sundurlyndi og stríð millum kynini? Er møguligt at røkka javnstøðu, so eingin er fyri mismuni vegna kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan? Og um so er, hvussu kann hetta best røkkast? Hvønn leiklut spæla miðlar í hesum? Og hvussu ávirka og forma miðlar maskulinitet/feminitet í dag? 

Kvøldið í Kongshøll byrjar við, at Ólavur Ellefsen helvur eina stutta vælkomurøðu. Síðan heldur Michael Kimmel, professari, fyrilesturin ”Lekidómur móti hatri”. Eftir ein drekkamunn og eitt umfar, har høvi verður at seta Kimmel professara spurningar, verður pallborðsorðaskifti við heitinum ”Í kjalarvørrinum av #meetoo – hvat hava vit lært?”, eitt kjak um, hví javnstøða og feminisma kanska er “gott” fyri menn. Luttakarar vera Michael Kimmel professari, Amy Aronson professari, Erika Hayfield, lektari og granskari á Fróðskaparsetrinum og Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður