Heimatíðindi

Hvat kann mann læra í Føroyum?

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2019-04-01 12:20 Author image
Hergeir Staksberg

Um tær dámar betri at læra í praksis heldur enn at lesa, so er eitt lærupláss kanska nakað fyri teg

Vit fara at kava niður í verðina, sum nevnist lærupláss. Lærupláss eru eitt alternativ til hægri lesna og universitet. Og í Føroyum hava vit eina rúgvu av møguleikum av velja í. Ja, tú kann faktiskt læra til alt frá hárfríðkan til gastronomi.

Tá mann fer í læru, so tosa vit um eina praktiska útbúgving, sum tekur støði í arbeiðsplássinum. Á fakmáli nevnist hetta ein yrkis- ella skiftisútbúgving. Hetta merkir, at ein partur av útbúgvingini fer fram á einum arbeiðsplássi, har lærlingurin er í læru, ímeðan ein partur av útbúgvingini verður tikin við skúlagongd.


Tak alla útbúgvingina í Føroyum

Í fleiri førum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum. Tá gongur lærlingurin í skúla antin á Tekniska skúla í Klaksvík ella á Glasir. Í ávísum førum ber tað ikki til at taka skúlagongdina í Føroyum, so tá fara lærlingarnir ein túr til Danmarkar at ganga í skúla.

Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir útbúgvingarnar, sum mann kann taka í Føroyum:

  • Maskinsmiður
  • Kleinsmiður
  • Rustfastur kleinsmiður
  • Rør- og blikksmiður
  • Rørsmiður
  • Bilsmiður
  • Elektrikari
  • Hárfríðkari
  • Timburútbúgving

Hesar útbúgvingarnar taka fýra ár, meðan skrivstovuútbúgvingin og heilsølu- og smásøluútbúgvingin er nakað ørvísi. Tá tekur tað vanliga 4 ár, men kann styttast niður í 2 ár, um mann hevur búskaparbreyt, og niður í 2.5 ár við aðrari miðnámsútbúgving.

[object Object]

(mynd: Shutterstock)

Styttri útbúgvingar 

Men kanska fýra ár eru í so leingi, ella kanska mann er meir til mat enn hár og bilar. Í so fall hevur tú fleiri valmøguleikar innan mat:

  • Gastronomatstøðari (hjálpari): 1 ár og 6 mánaðir
  • Gastronomur (kokkur): 3 ár og 7 mánaðir
  • Føðsluhjálpari: 1 ár og 6 mánaðir
  • Føðsluatstøðingur: 3 ár

Um tú framvegis ikki hevur funnið svarið, so kann mann eisini læra til sveisara, klædnaatstøðing og tilvirkisstøðing. Hesi trý taka øll undir 3 ár.

Les um lærlingin Sverra Patursson HER

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður