Heimatíðindi

Hvat hendir í kroppinum, tá tú vetrarsvimur?

(Mynd: mitziemee.com)

(Mynd: mitziemee.com)

2019-02-27 09:27 Author image
Turið Justinussen

Tá tú vetrarsvimur verður tú í betri lag, og kuldasjokkið er gott fyri kroppin, men hví er tað í grundini sunt at vetrarsvimja?

Kuldasjokkið er millum annað gott fyri órinsverjuna, hýrin og blóðrenslið. 

Hvat hendir við andadráttinum?
Tú fert at anda skjótari enn vanligt, tá tú ert í køldum vatni, tí kroppurin skal arbeiða harðari fyri at halda kropshitanum uppi og varðveita virkisførið. Lági sjóvarhitin kann geva kroppinum eitt kuldasjokk, sum fær summi, serliga óroynd, at yviranda og kikka eftir ondini. Við at miðsavna teg um andadráttin, kanst tú varðveita tamarhaldið á honum og sleppa undan at yviranda.

Hvat hendir við blóðæðrunum?
Kuldasjokkið ger, at blóðaæðrarnar, sum eitt natúrligt refleks, trekkja seg saman fyri at verja kroppin og tryggja, at lívsneyðugu lívgøgnini fyrst og fremst fáa nokk av blóði. Tí er tað vanligt at merkja eina prikkandi kenslu í fingrunum, tærnum, og tú kanst uppliva, at fingrar, armar, bein og tær verða eyka køld og stirvin.
Samsvarandi víðkast blóðæðrarnar, tá tú kemur uppúr aftur kalda sjógvinum. Tá streymar blóðið runt og hitar allan kroppin.

Hvat hendir við blóðtrýstinum og pulsinum?
Vanliga verður sagt, at kuldasjokkið ger at pulsurin og blóðtrýstið hækkar, tí blóðæðrarnar trekkja seg saman, og hjartað skal arbeiða harðari fyri at halda hitan, men sambært videnskab.dk, hækkar pulsurin og blóðtrýstið ikki av hesum. Blóðtrýstið hækkar og fellur fleiri ferðir um dagin, og sannlíkindini eru, at blóðtrýstið hækkar av spenningi, áðrenn tú rakar vatnið.

Hvat hendir við kropshitanum?
Kropshitin fellur, tá tú ert í køldum vatni. Hvussu nógv og hvussu skjótt er tengt at hitanum í vatninum. Kropshitin er harafturat tengdur at, at tær ytstu blóðæðrarnar, háæðrarnar, trekkja seg saman fyri at halda tað heita blóðið inni við yrkisgøgnini. Hetta gerast tær stinnari í eftir hvønn túr í kalda sjónum. Reglulig vetrarsvimjing styrkir blóðrenslið, og ein hjáveiða er tí, at kroppurin fer at duga betri at framleiða hita og orku, so tú ikki gerst kaldur líka lætt.

Hvat hendir við hýrinum?
Tað er kanska torført at ímynda sær, men ísakaldi skelkurin gevur tær eina stóra vælverukenslu. Summi kenna tað enntá rúsandi. Frágreiðingin er, at heilin reagerar uppá kuldan við at senda út eina rúgvu av evnum: adrenalin, nýrakolsbørkshormon, serotonin og endorfinir, ið virka pínulinnandi, avstressandi og geva tær eina vælverukenslu og fáa teg í betri lag. Bert ein lítil løta á sjónum er nokk, tí 20-30 sekund á sjónum geva úrslit í fleiri tímar.

Hvat hendir við órinsverjuni?
Vetrarsvimjing er eitt slag av venjing fyri órinsverjuna. Kuldasjokkið fyribýr hana í eina lítla løtu og styrkir førleikarnir hjá henni at verja teg. Kanningar benda á, at tú við at vetrarsvimja, ert í minni vanda at fáa krím, háls- ella hjáholubruna, ella onnur sløg av bruna í ovaru andaleiðunum.

[object Object]

Hvat hendir við heilanum?
Tann stóra blóæðrin til heilan víðkast, tá kroppurin merkir eina kuldakreppu í høvdinum, og serliga hjá óroyndum vetrarsvimjarum, kann hetta kann elva til høvuðpínu, eitt sokallað brainfreeze á sama hátt, sum tú kanst fáa av at eta ella drekka okkurt, sum er ísakalt.

Hvat hendir við brenniorkuni?
Tað krevur nógva orku av kroppinum at halda teg heitan í ísakøldum sjógvi. Tað setir av álvara gongd á brenniorkuna og stimbrar títt stoffskiftið. Orkubrenningin í kroppinum kann tó ikki samanberast við ein rennitúr ella ein spinningtíma, og beinleiðis ávirkanin á vekttap er lítil.

Hvat hendir, um tú byrjar at vetrarsvimja á hávetri?
Tú kanst venja kroppin og høvdið við at vetrarsvimja. Fyri summi er tað lættast at byrja við at vetrarsvimja í teimum meira lýggju summarmánaðunum og halda á fram um heysti og veturin. Soleiðis kanst tú spakuliga venja teg við at vetrarsvimja. Tú kanst sjálvsagt eisini byrja á vetri, tá tað er kaldari. Sum við øllum øðrum ítróttargreinum, snýr tað seg um at byrja spakuliga og lurta eftir kroppinum. 

Hvat hendir, um tú fert í hitarúm aftaná?
Royndir vetrarsvimjarir fara í hitarúm aftaná ein svimjitúr á sjónum. Tey meira harðbalnu fara kanska fleiri ferðir á sjógv og í hitarúm eftir hvønn túr. Hetta elvir sjálvsagt til eina størri broyting í kropshitanum og setir størri krøv til tillagingarførleikarnir hjá kroppinum, men tað er ein góður máti at aveitra kroppin og sleppa av við strongdarhormonir. Ger mann slíkt javnan, minka brunalíkindini í kroppinum.

Kelda: alt.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður