Mentan

Hvat hava Kári P. og The Beatles til felags?

(Kári P. er ein av best umtóktu tónleikarunum í Føroyum. Mynd: Birgir Kruse)

(Kári P. er ein av best umtóktu tónleikarunum í Føroyum. Mynd: Birgir Kruse)

2019-05-22 14:19 Author image
Hergeir Staksberg

Summi løg kenna vit inn og út.  Eitt av hesum løgunum er "Twist and Shout" hjá The Beatles, men visti tú, at "Twist and Shout" ikki er eitt Beatles lag?

Løtan tá tað gongur upp fyri einum, at The Beatles ikki eiga "Twist and Shout", so knekkar filmurin eina løtu. Og tað er hetta, sum greinin snýr seg um: Løg sum vit kenna inn á bein, hóast vit kanska ikki kenna eigarin av upprunaliga lagnum.

Vit hava gjørt ein lista yvir fleiri klassikarar, sum faktiskt eru løg hjá øðrum tónleikarum.  

[object Object](The Beatles. Mynd: Parlophone) 

The Beatles: “Twist and Shout” (upprunaliga: The Isley Brothers)
The Beatles eru tíðarleysir. Løgini, sum teir gjørdu í 60’unum eru enn væl umtókt, og tað eru fair bólkar, sum hava fleiri klassikarar enn The Beatles.

Í 1964 útgóvu teir enn eitt hit: "Twist and Shout". Lagið sat í kassanum beinavegin. Teir spældu lagið einaferð í studionum, og tað var tað.

Legg merki til røddina hjá John Lennon næstu ferð tú hoyrir lagið. John Lennon var nemliga rættiliga forkølaður, tá hann sang lagið, so tað er ein eyka hás útgáva hansara rødd, sum er á upptøkuni.

Hoyr lagið HER

[object Object](Cindy Lauper)

Cindy Lauper: “Girls Just Want to Have Fun” (Uppunaliga: Robert Hazard)
Eitt ikoniskt pop lag, sum tey flestu helst kenna. Lagið er kanska serliga væl umtókt millum konufólk, men visti tú, at tað var Robert Hazard, sum skrivaði lagið í 1979?

Men hattin av fyri Cindy Lauper, tí tað var hon sum syrgdi fyri, at lagið bleiv eitt risa hitt, tá MTV og Cindy Lauper vístu lagið fyri heiminum í 1983.

Hoyr lagið HER

[object Object](Johnny Cash. Mynd: American Recordings) 

Johnny Cash: “Hurt” (Upprunaliga: Trent Reznor)
Tá tú hugsar um lívið hjá Johnny Cash sum ein doyggjandi mann, ið hugleiðir um lívið, so kundi teksturin saktans verið skrivaður av honum sjálvum. Við "Hurt" megnaði Johnny Cash at gera lagið til sítt egna. 

Við góðari hjálp frá super framleiðaranum Rick Rubin, so megnaði Johnny Cash at lyfta lagið hjá Trent Reznor upp á eitt heilt annað støði, sum nú stendur eftir sum ein varði og sterkt punktum fyri hansara tónleikakarrieru.

Johnny Cash doyði sjey mánaðir eftir "Hurt".

Hoyr lagið HER

[object Object](Jeff Buckley. Mynd: Columbia)

Jeff Buckley: “Hallelujah” (Upprunaliga: Leonard Cohen)
Her er talan um tvær legendur innan tónleikaheimin. Hóast tað eru óteljandi tulkingar av Hallelujah, so hevur ongin megnað at sungið Hallelujah meir inniligt enn Jeff Buckley.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at Jeff Buckley druknaði í 1997, meðan sjálvt lagið var útgivið í 2008 og endaði á fyrsta plássi á Billboard.

Hoyr lagið HER

Føroyar hava eisini gjørt sítt íkast
Í Føroyum hava vit eisini fleiri klassikarar, sum upprunaliga eru skrivaðir av øðrum tónleikarum. Vit hava tikið tríggjar klassikarar úr rúgvuni:

Frændur – “Sangur til frælsi” (Upprunaliga: Bjørn Afselius – “Sång till friheten”)

Kári P. – “Villar víddir” (Upprunaliga: Ulf Lundell – “Øppna Landskap

Signar í Homrum – “Tað er gott at elska” (Upprunaliga: Bubbi Morthens – það er gott að elska)

Um tú liggur inni við fleiri boðum upp á klassikarar, sum vit ikki hava fingið við, so eru tit vælkomin at viðmerkja niðafyri.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður