Hvat halda føroyingar um føroysku náttúruna og landslagið?

Hvat halda føroyingar um føroysku náttúruna og landslagið?

2017-07-10 12:31 Author image
Innsent

Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn heita nú á fólk um at luttaka í einari kanning, har endamálið er at fáa vitan um, hvat tann meinigi føroyingurin heldur um tey ymisku náttúruvirðini í føroyska landslagnum og framtíðar menning av landinum.

Føroyska landslagið er virðismikið. Tað halda bæði føroyingar og útlendingar. Ríka náttúran hevur nógvar dygdir - vøkur landsløg, stóran mentanararv, lívfrøðiligt fjølbroytni, ymiskt tilfeingi og nógvar frítíðar møguleikar. Samstundis eru Føroyar í støðugari menning, har eitt nú útbygging av varandi orkukeldum, ferðavinnu og aling kunnu fara at broyta tað, sum í dag eyðkennir ta føroysku náttúruna.

Kanningin
Sosialu virðini og menningarmøguleikar í føroyska landslagnum eru lyklaorðini í netkanningini. Kanningin byrjar mánadagin 3. juli 2017, og heitt verður á allir føroyingar um at luttaka. Kanningin er nýskapandi á tann hátt, at tú hevur møguleika at peika á, hvørji støð í Føroyum eru virðismikil fyri teg, og hví tað júst er hetta landslagið, ið hugtekur teg. Í kanningini verður tú eisini spurd/ur um tær broytingar, sum í framtíðini væntandi fara at verða gjørdar í føroysku náttúruni. Hendan vitanin er týdningarmikil, tá ætlanir í framtíðini skulu leggjast um, hvussu Føroyar skulu mennast á ein burðardyggan hátt, og úrslitini kunnu eisini nýtast sum vegleiðing, tá menningarætlanir í framtíðini skulu gerast fyri Føroyar.

Framtíðarmenningin
Landsløgini í Føroyum hava stór sosial og mentanarlig virði fyri føroyingar, men hesi virði eru ongastaðni skrásett, og tí er tað eisini ringt hjá tí politiska umhvørvinum í Føroyum at taka hædd fyri hesum. Hendan granskingarverkætlanin fer at vísa á, hvørji støð eru serliga virðismett av fólkinum í Føroyum, og hvussu føroyingar ynskja at varðveita og menna landslagið. Við hesum ber eisini til at síggja møguleikar og væntandi tvístøður.

Samansett toymi
Granskingarverkætlanin verður gjørd av einum samansettum toymi av granskarum innan landafrøði, landslagsarkitektur og lívfrøði frá Fróðskaparsetrinum og Universitetinum í Keypmannahavn. Toymið hevur fyrr gjørt líknandi kanningar í Finnlandi, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa. Vónandi fær hendan kanningin stóra undirtøku millum føroyingar, soleiðis at úrslitini fara at geva eina greiða ábending um, hvat føroyingar virðismeta í landslagnum.

Kanningin er opin fram til 11. august 2017 og øll, ið eru áhugað, kunnu luttaka á heimasíðuni: landslagskanning.fo ella á Facebook-síðuni “Landslagskanning

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður