Hús í hauntologiskum hami – framhald

Hús í hauntologiskum hami – framhald

Í undanfarnu greinini (“Tá tíðin fór úr lið”, Dimmalætting 1. nov.) var lyfti givið um at gera meira burturúr hauntology og tónleikamentan. Hauntology er Derrida hugtakið um tað sum ávirkar uttan at vera til. Mark Fisher nýtti hugtakið í síni greining av mentan, serliga tónleikamentan. Hesuferð verður hugt nærri at evninum úr føroyskum sjónarhorni

2019-11-15 14:10 Author image
Knút Háberg Eysturstein

Tá eg var lesandi í Keypmannahavn hevði eg eitt skifti tíðaravmarkað lestrarstarv. Arbeiðið snúði seg um at gera data innsláttur fyri LARM – Audio Research Archive. LARM var eitt samstarv millum donsk universitet, skúlar og Danmarks Radio, og tað gekk í stuttum út uppá at talgilda miðlatilfar hjá DR og gera tað atkomuligt fyri granskarar og onnur. Vit vóru ein bólkur av tónleikafrøðilesandi, hvørs uppgáva var at talgilda gamlar útvarpsskráir. Vit arbeiddu saman við einum lektara í tónleikafrøði, ið var knýttur at verkætlanini sum granskari.

Skráirnar, sum vit skrivaðu inn, vóru frá fleiri ymsum árgangum – heilt frá DR var stovnsett í 1925 til einaferð síðst í 1950-unum. Hóast árini vóru skiftandi, var eitt, ið var afturvendandi á øllum skráum: tær vóru altíð frá november mánaði. Tá vit spurdu lektaran hví so var, svaraði hann at hesar skráir vóru við vilja valdar út, tí november er tann mest "vanligi" mánaðin í teirri árligu útvarpsskránni. Tí var mest eftirfarandi at brúka november skráir sum ábending um miðal útvarpsskránna frá einum ávísum ári.


“November er bara har”

Tað var ikki sørt at tankin festi seg. November er tann mest vanligi mánaðurin. Tað er nakað um tað. November er bara har. Ein gerandisligur og nokkso standard mánaður. Ein mánaður, har vit m.a. bíða eftir desember. Eftir jólum og nýggjárinum. Har vit fáa tíðina at ganga við tí, sum vit nú einaferð gera, alt meðan tað gerst myrkt, kalt og illfýsið úti. Tað er sum oftast í november, at veturin bankar uppá og fjøllini hvítna. Vit hyggja inneftir og hava kanska betri tíð til sjálvskoðan. Ella hava vit bara sama skundisliga gerandisdag, meðan tað spakuliga myrknar um vág og fjøllini steingja. November liggur somikið langt aftan á summarið og summarfrítíðina, og samstundis eisini áðrenn villastu vetrartíð við kava, jólaborðhaldum, jólafrítíð og nýggjársveitslum. November er eitt sindur fyri seg. Eftir øllum at døma hava útvarpsskráir gjøgnum tíðirnar eisini endurspeglað hesi viðurskifti.


Nevember

Hesi viðurskifti renna mær í huga, tá eg leggi vøkru LP plátuna Nevember hjá Hús undir nálina. Plátan var útgivin fyri einum ári síðani, í november 2018, á lítla og nýskapandi føroyska plátufelagnum Kervið, ið Jens L. Thomsen (Orka) rekur. Hús er listanavnið hjá tónleikaranum, framleiðaranum og diskaranum Rólant Lenvig av Reyni. Nevember. Eitt opið og sigandi heiti, ið kann merkja ymiskt. Kanska ein samanseting av "Never" (ongantíð), "Neverland" (hjá Peter Pan) og so "ember", ið merkir "glóð" ella "rúkandi gløður". Nevember er kanska okkurt slag av dreymanna ongamannalandi sum enn gløðir innaní. Okkurt sum ongantíð ordiliga er har, men sum kortini er har. Okkurt ófáiligt er yvir heitinum, og tað hóskar seg væl til innihaldið.

Tónleikurin er instrumentalur, filmiskur og dreymakendur. Hann hevur í løtum ein immateriellan dám, og hetta endurspeglar væl tað ófáiliga. Tey ellivu løgini á plátuni eru sett saman av akkustiskum streingjafingraspæli, elektroniskum klangum, programmeraðum trummum og tilvitaðari framleiðslu. Talan er um huglagsríkan og ambientan tónleik sum dyrkar klang, tekstur og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Framleiðslurnar eru lumpisliga einfaldar, tí tær byggja mangan á einføld hugskot, men kortini er nógv at fara eftir í sjálvum soundinum. Og tak ikki feil: Hús hevur sítt egna sound. Við fáum amboðum megnar hann at skapa sín egna ljódliga alheim.

[object Object]


Fatanargrundarlag

Hóast alheimurin hjá Hús er egin, er hann kortini ikki uttan sambond til annan tónleik. Í støðum fær Nevember meg t.d. at hugsa um nostalgisku elektronisku ljóðmyndirnar hjá skotsku Boards of Canada og instrumentalu útgávurnar hjá fronsku Air. Nøvn sum Tycho, Four Tet og Caribou kennast heldur ikki heilt óviðkomandi í hesum høpi, kanska júst tí at hesir artistar eisini dyrka eina samanseting av tí akkustiska og tí elektroniska. Navnframi men anonymi London framleiðarin Burial spøkir eisini millum rillurnar. Mest av øllum hevur Hús kortini sítt egna twist uppá sjangruna. Um talan altso er um nakra ávísa sjangru.

Í tíðindaskrivinum um útgávuna var upplýst, at "onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sophia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av Nevember var skrivaður". Soundtrackið til Sophia Coppola klassikaran Lost in Translation (2003) við tess dreymakenda electronica og huglagsríka shoegaze er ikki heilt av leið sum tilvísing í hesum høpi.

Hvat London viðvíkur, tykist tað sum at stórbýurin hevur eina heilt serstaka støðu á hesi plátuni. Tónleikurin hjá honum hevur upphav í London og er síðani liðugt framleiddur í Føroyum, og ljóðblandarin Jens L. Thomsen, ið eisini hevur útgivið Nevember, hevur somuleiðis búð í London í mong ár. Í dag búgva teir báðir aftur í Føroyum, og tað kunnu vit vera takksom fyri.


Ljóðið av London

Tá tosið kemur inn á London, er eisini vert at varpa ljós á mastering teknikaran, ið hevur mastrað Nevember, nevniliga Jason Goz. Goz rekur mastering stovuna Transition Mastering í London og hevur sett síni fingramerki á eina røð av týðandi elektroniskum útgávum í 21. øld. Actress, Burial, DJ Rashad, Darkstar, Fennesz, Grace Jones, King Midas Sound, Kode9 & Spaceape, LV, Skream, The Bug og plátufelagið Hyperdub hava øll lagt sín tónleik í kønu hendurnar hjá Goz í Transition, ið hevur givið tónleikinum sítt endaliga ljódliga finish. Seinasta áratíggið hava fleiri av teimum nevndu artistunum sett sín avgjørda dám á ljóðið av London og modernaðum elektroniskum club tónleiki. Eitt nú er spøkilsis- og kollasjukendi dubstep tónleikurin hjá Burial nærum at fata sum eitt ljóðspor til Suður-London á miðjari nátt. Orka hava eisini fingið Jason Goz at mastrað sínar útgávur, og nú telist Hús somuleiðis uppi í mastering diskografiini hjá Goz.

Hús hevur eisini tað filmiska og huglagsríka í felag við áðurnevndu nøvn. Tað snýr seg nógv um minni; tað sum er kámt, fjart og eitt sindur óklárt. Tað sum er ósagt, men kortini í huganum. Um ekkó úr tí farna og tí komandi. Alt hetta kann sigast at hava sambond við hugtakið “hauntology”.


Mark Fisher og hauntology

Í greinini seinast var komið inn á hauntology í útleggingini hjá mentanarkritikaranum og ummælaranum Mark Fisher, sála. Í bók síni Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures (2014) vísir Fisher á at tá hauntology var brúkt um tónleik, sipaði tað fyrst og fremst til eina fjøld ella samanrenning (“confluence”) av artistum – William Basinski, Ghost Box plátufelagið, The Caretaker, Burial, Mordant Music, Philip Jeck v.fl. – sum vóru komin saman á sama øki, tó uttan at hava ávirkað hvønn annan. Tað sum hesir artistar deildu var ikki eitt sound sum so, men heldur ein “eksistentiellan hugburð”. Artistarnir sum fingu heitið “hauntological” vóru gjøgnumsúrgaðir av eini ómetaligari melankoli, og teir vóru upptiknir av hvussu tøkni materialiserar minni. Burturúr hesum sprettir hugbindingin mótvegis sjónvarpi, vinylplátum, ljóðbondum og av sjálvum ljóðinum av hvussu hesir tøkniligu miðlar gerast í ólagi.

[object Object]

Henda binding mótvegis materialiseraðum minnum førir til tað, sum kanska er høvuðseyðkennið í ljódligari hauntology, nevniliga nýtslan av “skróvi” (“crackle”). Hetta er ljóðið sum kemur av, at nálin ferðast eftir yvirflatanum á eini vinylplátu. Skróvið ger okkum tilvitaði um at vit lurta eftir einari “tíð sum er farin úr lið” (sí Hamlet), og tað loyvir okkum ikki at fella inn í “nærverunar villlingarsjón” (“the illusion of presence”). Skróvið ger okkum tilvitaði um, at ljóðini sum vit hoyra eru upptikin og eisini um tær avspælingarskipanir sum vit brúka fyri at fáa atgongd til upptøkurnar. Aftanfyri nógva soniska hauntology sveimar spurningurin um munin á tí analoga og tí talgilda: nógvur hauntologiskur tónleikur snýr seg um at endurvitja fysikalitetin í tí analoga, í eini tíð sum er merkt av talgildum immaterialiteti.  Hetta endurspeglast í gongdini frá taktilum og likamligum miðlum sum vinylpátum, bondum og fløgum til úrtøkiligar miðlar sum mp3 og stroyming (Fisher 2014).


Longsulin eftir framtíðini

Ein longsul eftir hesum eldra tíðarskeiði við størri materialiteti spælir ein leiklut í teirri melankoli, ið eyðkennir hauntologiskan tónleik. Fisher peikar á heitið á Leyland Kirby/The Caretaker plátuni The Future Is No Longer What It Was. Í hauntologiskum tónleiki er ein undirskilt viðurkenning av, at vónirnar sum vóru skaptar í elektroniskum tónleiki eftir Seinna Veraldabardaga og í euforiska dansitónleikinum í 90-unum eru horvnar. Framtíðin er ikki einans ongantíð komin, hon tykist heldur ikki gjørlig longur. Kortini noktar hauntologiskur tónleikur at uppgeva ynskið um framtíðina. Henda noktan gevur melankoliini eina politiska dimensión, tí hon tilsamans umboðar eina fráverandi tilllaging til afturlatna sjónarringin í teirri kapitalistisku realismuni (Fisher 2014).

Vert er at hava í huga, at Fisher skrivar í einum serstøkum bretskum høpi. Bretland fór síðst í 70-unum úr postwar consensus tíðarskeiðnum, við tess spírum til tað sum minnir um vælferðarsamfeløgini í norðurlondum, til eina samtíð sum er stýrd av neoliberalismu. Neoliberalisman krevur stuttskygdar loysnir, skjót úrslit og endurtøku av frammanundan grundfestum mentanarligum siðum. Hetta úrslitar í teirri postmodernaðu mentanarligu naggatódnini, har tað er vorðið nærum ógjørligt at ímynda sær framtíðina.


Kapitalistisk realisma

Fisher greindi hesi viðurskifti í bók síni Capitalist Realism – Is There No Alternative? (2009).

“Kapitalistisk realisma” lýsir víðfevndu kensluna av, at kapitalisma er ikki bara hin einasta gjørliga politiska og búskaparliga skipanin, tað er eisini vorðið ógjørligt at ímynda sær nakað samanhangandi alternativ. Bókin er ein kanning av ávirkanini, sum neoliberala hugsjónin hevur á populermentan, arbeið, útbúgving og sálarheilsu í nútíðarsamfelagnum. Undirheitið sipar til Margaret Thatcher sloganið “There is no alternative”.

[object Object]

Mark Fisher tók seg av døgum í januar 2017. Hann stríddist við lívlanga depressión og skrivaði eisini nógv um hetta í bókaverkum sínum og á blogginum, k-punk.abstractdynamics.org. Hansara tankar liva víðari á skrift. Í miningargrein í The Guardian skrivaði kritikarin Simon Reynolds, at k-punk bloggurin var kravdur lesnaður hjá einum heilum ættarliði. Her minnir Reynolds eisni á, at í Capitalist Realism var argumenterað fyri at víðfevnandi trupulleikarnir við depressión og sálarangist í okkara tíð ikki einans kunnu fatast, tíansheldur lekjast, sum einans verandi privatir trupulleikar, ið skaddir einstaklingar líða av. Heldur er talan um eina alheimsfarsótt, eitt sjúkueyðkenni, sum avleiðing av hjarta- og vónleysum politikki: ótryggar arbeiðsumstøður, umskiftilig arbeiðsmynstur, tæring av stættarsolidaritetum og tess stovnum og fakfeløgum og einum áhaldandi boðskapi frá sjálvt teimum stóru politisku flokkunum um, at “her er einki alternativ”. Hetta er tað frægasta tit fáa, “so deal with it”.

Reynolds hevur eisini umrøtt soniska hauntology, m.a. í bók síni Retromania: Pop Culture’s Addiction to Its own Past (2010). Fisher var tí ikki einsamallur um at eygleiða og viðgera rákið. Nýggjari tónleikasjangrur sum vaporwave, synthwave og hypnagogic pop, har 80-ára estetikkur og ljóð verður endurkveikt og samplað, kunnu eisini lesast hauntologiskt. Og tá er einki sagt um tað umfatandi 80-ára endurkveiking, sum ger seg galdandi í filmi og sjónvarpi nú á døgum.


Hús og tað hauntologiska

Fyri at venda aftur til Nevember hjá hús, so eru fleiri hauntologisk viðurskifti viðkomandi her. Havi longu víst á hvussu heiti og tónleikur sipa til tað ófáiliga – tað sum ikki er, men kortini er har. Tað er júst hetta sum hauntologiin snýr seg um. Reint ljódlig fyribrigdi í tónleikinum kunnu eisini lesast hauntologiskt. T.d. nýtir Hús tað sum líkist skróvi (“crackle”) á fleiri løgum, eitt nú í ‘Countrysangurin’, í heitislagnum ‘Nevember’ og í endalagnum ‘Anuaq’. Her koma løtur fyri, har skróvið kemur í forgrundina og síðani hvørvir aftur. Tað verður brúkt sum eitt tilvitað amboð í framleiðsluni. Framleiðslan í ‘Countrysangurin’ er annars full av rúmklangi, og lagið er mestsum at fata sum eitt spøkilsiskent ekkó av einum veruligum countrysangi sum einaferð var. Ljóðini í ‘Nevember’ hava ein ótýðiligan, nærum úrtøkiligan dám. Tey eru merkt av ljódligum forfalli. Tað er sum um at her er talan um gamlar, slitnar upptøkur á einum hálvgum oyðiløgdum spolabandi, sum verður avspælt við skiftandi ferð. Tónleikurin glíðir upp og niður í tónalegu og inn og út úr tí hoyrbara. Tónleikaliga eru løg sum fáa ein at hugsa um júst Burial, ið helst er hin mest eyðkendi “hauntologiski” bretski artisturin. Serliga eru tað sangirnir ‘Dubby’ og Dubtek’, ið benda á henda bógv, meðan onnur løg sum áður nevnt peika í aðrar ættir (t.d. hevur ’Oder’ týskan dám, ein feril av Kraftwerk er í rútmuni, serliga “tokrútman” í ‘Trans Europe Express’). Fisher skrivar um debutplátuna hjá Burial, at hetta var ein útgáva sum hann hevði droymt um í fleiri ár, og ein samrøða millum Fisher og Burial er ein lyklatekstur í áðurnevndu Ghosts of My Life.

Hús hevur megnað at umsett hesi viðurskifti til egnan, eg kundi kanska enntá sagt “føroyskan”, samanhang. Hetta er fyrstu ferð at ein føroysk pláta ordiliga endurspeglar tað “hauntologiska”. Heitini eru fyri tað mesta føroysk og einorðaði og tað hóskar seg væl. Løgini kennast sum lítlar vignettir, sum kortini folda seg út og innihalda nógv meira enn ein helt av fyrstan tíð.

 

(Meira um postmodernismu og film í eini komandi framhaldsgrein)

 

PS: Ein onnur útgáva, ið eisini byggir brýr millum London og Føroyar, er Yates hjá Tweed & Hyenas frá 2016. Sí samrøðuna “Plátan, ið nærum hvarv”, sum undirritaði hevði her í blaðnum við Jón Klæmint Hofgaard og Sean Woodlock í juni 2017.

 

Keldur:

Mark Fisher (2019), Capitalist Realism – Is There No Alternative?, Zero Books.

Mark Fisher (2014), Ghosts of My Life: Writings on Depression, Hauntology and Lost Futures, Zero Books.

Simon Reynolds (2010), Retromania: Pop Culture’s Addiction to Its own Past,

Simon Reynolds (2017), “Mark Fisher’s K-punk blogs were required reading for a generation”, The Guardian, 18. januar 2017.

 

Fakta um Nevember hjá Hús (Kervið, 2018)

Øll løgini eru framførd, skrivaði og framleidd av Rólant Lenvig av Reyni

Eyka ljóðføri og framleiðsla á A3, A4, B1, B2, B4 eftir Jens L. Thomsen

Eyka ljóðføri og framleiðsla á B5 eftir Líggjas Olsen

Ljóðblandað hevur Jens L. Thomsen

Mastrað hevur Jason Goz

Húsan gjørdi Rólant Lenvig av Reyni

Layout gjørdi Høgni Egholm Magnussen

 

Síða A

1 .Rich

2. Countrysangurin

3. Swingens

4. Nevember

5. Plinkplonk

 

Síða B

1. Oder

2. Tvinna

3. Dubby

4. Dubbtekk

5. Indiepop

6. Anuaq

Meira langlesnaður