Huldufólk í Klaksvík?

2016-07-23 15:41 Author image
Elisa Vang

Janus arbeiðir dagliga við healing, men hevur alt sítt lív verið sensitivur fyri fremmandari orku. Tað er hann, fólk ringja til, um tey kenna okkurt óróligt í heiminum. Eitt nú, um tey eru flutt inn í eldri hús og kenna seg ótrygg um eitthvørt.

- Tað kann koma til sjóndar uppá ymsar mátar. Summi merkja høvuðpínu og kenna seg troytt. Og í summum førum henda ting, sum kunnu vera truplari at greiða frá.

Hann greiðir frá, meðan vit standa niðri við svimjihylarnar úti í Grøv. Nøkur børn spæla niðri við sjóvarmálan og leypa millum steinarnar í ánni. Tað er gott útsýni út eftir víkini, og man kann ímynda sær, at hetta økið eina ferð hevur verið ein inngongd til býin.

- Huldufólk ansa eftir økinum, og kanska tey eisini ansa eftir børnunum, sum spæla her, so einki hendir teimum. Eg kenni avgjørt eina atdráttarmegi her. Tað er serliga her niðri við sjóvarmálan og niðan til brúnna og so heilt niðan í dalin, har tað er serliga nógv huldu-virksemi. Man kann ímynda sær, at tey brúka trøini her niðri við til at hvíla seg við.

Vit venda nøsini móti býnum og spáka inn eftir gamla vegnum. Av og á steðgar hann á, hyggur seg um og skutar seg eitt sindur. Spyr, um eg veit um nakað deyðsfall ella óhapp kann vera hent á leiðini.

- Av og á kennist tað øgiliga tungt at ganga framvið.

 

Les greinina um huldufólk í Klaksvík í Dimmalætting hetta vikuskiftið

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður