Heimatíðindi

Hugfarslig og siðbundin jól á Dímunargarði

(Mynd: storadimun.fo)

(Mynd: storadimun.fo)

2018-12-18 15:15 Author image
Turið Justinussen

Í Stóru Dímun búgva fýra vaksin og fimm børn saman við teimum áleið 500 áseyðunum

Nú stundar aftur til jóla, og heima hjá Evu úr Dímun, manni og báðum børnum teirra á Dímunargarði er hugfarsligt og jólaprýtt:

- Her eru stór og smá børn, og teimum dáma væl at pynta, sigur Eva úr Dímun við Dimmalætting. 

[object Object]

(Mynd: Eva úr Dímun)

Hon hevur saman við restini av húskinum, síðan tey fluttu út í oynna í 2003, altíð hildið jól har, og hvørji jól fáa tey gestir. Í ár verða tey tíggju, ið sláa ring um jólatræið: 

- Í ár verða vit eg, maðurin og bæði børnini, foreldrini hjá mær og systir mín við manni og tveimum gentum. Beiggi mín, kona hansara og teirra trý børn, ið eisini búgva her, halda í ár jól í Danmark, greiðir Eva úr Dímun frá og leggur afturat:

- Jólini eru rættiliga siðnbundin. Vit eta gás og dunnu jólaaftan. Fyrsta jóladag eta vit skinsakjøt og annan jóladag eta vit ræst kjøt.

Húskið er aloftast eisini í Stóru Dímun á nýggjársaftan, sigur Eva úr Dímun, ið  greiðir frá, at onkur altíð má vera á garðinum og ansa djórunum. 

Á hvørjum ári flýgur tyrlan eitt jólatræ út, men verri er við fýrverki. Tað kemur nevniliga undir vandamiklan farm, og tyrlan hevur tí ikki loyvi at flyta teimum tað út. 

Sjálvbjargnir oyggjabúgvar
Seyðurin í Stóru Dímun er ikki av størstu seyðum, men er sera kjøtríkur og hevur tað gott á væl vallaðu oynni.

Inntøkan á garðinum er kjøt, skinn og annað, sum seyðurin kastar av sær. Eisini eru tær ymsu sløgini av røtum, ið vaksa á garðinum, ein stórur partur av inntøkuni.

Vanliga gera tey nógv burturúr garving og sølu av seyðaskinni, ið tey selja nógv av um vetrarhálvuna. Seinastu árini, hava tey tó havt so mikið um hendur við at passa grønmetið og annað, er ætlanin aftur at gera meira burturúr garvingini.

Húskið er í stóran mun sjálvbjargið: Á Dímunargarði hava tey millum annað seyð, gæs, tíggju drápsneyt, eina mjólkkúgv, eplir og nógv grønmeti. Men eins og annað vøru-innkeyp skal ráðleggjast og keypast inn í góðari tíð, skulu jólagávurnar tað eisini.

Tá jólahalgan er í nánd, plaga dímuningarnir at fara ein túr til Havnar í nakrar dagar at keypa jólagávur: 

- Tá børnini vóru yngri, plagdu vit at taka tey við. Tað er eisini so hugnaligt at uppliva handilsjólini.

Eftir tørvi, helst hvørja viku, kemur ein lærari frá Skúlanum á Fløtum út í oynna at undirvísa børnini. Fimtan ára gamla dóttir Evu úr Dímun, ið nú gongur í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum, er nógv í skúla í Havn. Tvey ára yngri beiggi hennara er eisini í skúla í Havn viðhvørt. 

Vansin við at búgva so mikið avbyrgt við sjógvi í allar ættir, heldur Eva úr Dímun vera, at børnini kanska ikki kunnu fara til alt, tey hava hug til. Spurd um, hvat tað besta er, sigur hon soleiðis við Dimmalætting: 

- Tað besta er friðurin. At man ikki hevur so nógv at renna til, og at man sjálvur kann leggja sær dagin til rættis.

[object Object]

Á heimasíðuni hjá Dímunargarði sæst eitt yvirlit yvir matin og vørurnar úr skinni, sum tey framleiða og selja. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður