Heimatíðindi

Hoyrnin er í vanda hjá ungum millum 12-35 ár

( Hoyrnin er í vanda hjá nógvum ungum millum 12-35 ár. Mynd: Shutterstock)

( Hoyrnin er í vanda hjá nógvum ungum millum 12-35 ár. Mynd: Shutterstock)

2019-04-16 14:14 Author image
Hergeir Staksberg

Høgt blóðtrýst og hjarta- og kar sjúkur. Tað eru tvær møguligar avleiðingar av langtíðar larmi frá trafikkeraðum vegum.Vanliga er larmur uttanífrá ikki nakað, sum kann skaða hoyrnina, men larmurin kann órógva samrøður, náttarsvøvn og elva til niðursetta innlæring.

Í 2011 metti WHO, at vit missa í minsta lagi 1 mió av árum Vesturevropa um árið orsakað av larmandi trafikki. Sambært WHO er høvuðsorsøkin, at svøvnur og annað verður órógvað í samband við trafikkeraðar vegir.

Hoyrnin og tónleikur
Menniskju og tónleikur hava eitt serligt tilknýti, har oyruni og hoyrnin eru bindiliðið. Hugsa vit so um, at MP3 avspælarar og oyramikrofonir eru blivin fast inventar í dagsins samfelag, so er talan bæði ein genialar uppfinningar og nýggjar fíggindar hjá hoyrnini. Longu í 2008 vísti ein kanning hjá SCENIHR, at hoyrnin hjá umleið 10 millónum evroperaum var í vanda orsakað av hørðum tónleiki frá  MP3 avspælarum.

[object Object]

(Kvinna við oyramikrofonum. Mynd: Shutterstock)

Sambært WHO eru tað serliga ung í aldrinum 12-35 ár, sum eru í vanda fyri at skaða hoyrnina. Ræðandi tølini hjá WHO vísa, at heilt upp í 50% í hesum aldursbólkinum eru í vanda fyri at skaða hoyrnina. Høvuðssyndararnir hjá teimum ungu eru MP3 avspælarar, smartphones, konsertir, tónleikur í náttarlívinum og tónleikur í samband við ítrottartiltøk.

Sambært heilsumálaráðnum hava vit ongar reglur ella vegleiðingar í Føroyum, tá tað snýr seg um, hvussu hart tað er loyvt at spæla tónleik, tá børn og ung eru til tónleikatiltøk.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður