Heimatíðindi

Høvuðsstaðurin eftirlýsir nýhugsandi hugskotum

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2018-09-08 11:58 Author image
Ingi Samuelsen

Tórshavnar kommuna hevur eina ætlan um at føra býin enn longur inn í talgildu framtíðina. Tí verða borgarar og onnur nú bjóðað til at koma við góðum hugskotum á einum námsskeiði yvir tveir dagar, sum verður hildið í Kongshøll seinni í mánaðinum.

’Talgilda tín bý’ eitur tiltakið, sum kt-deildin hjá kommununi skipar fyri saman við Fróðskaparsetrinum og íverksetaratænastuni Hugskotið.

- Vit skipa fyri einum hugaroki – brainstorming – sum endar við, at besta hugskot verður kosið. Í útgangsstøði eru ongi mørk fyri, hvat slag av hugskotum kunnu leggjast fram, og heldur ongin treyt, at talan skal vera um eitt átak, sum hevur við kunningartøkni at gera. Eitt og hvørt hugskot ella snild loysn, ið kann betra um verandi viðurskifti og gera tað lagaligari at vera borgari í høvuðsstaðarkommununi eru hjartaliga vælkomin, sigur Ronni Poulsen, á kt-deildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í innbjóðingini til tiltakið stendur, at endamálið er at arbeiða við nýhugsandi tøkniligum loysnum til tænastur, sum kommunan veitir, t.d. vælferð, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan, undir leiðslu av royndum mentorum.

Ronni Poulsen ger vart við, at talan eisini kann vera um tænastur, sum kommunan ikki veitir, altso, innan alt, ið hugsast kann fyri at vera borgarunum í kommununi at gagni.

50.000 krónur til vinnarahugskotið
Tiltakið verður skipað sum ein hugskotsverkstova – ella hackathon, sum tey brúka á kt-máli, tá fólk seta seg saman í hugaroki fyri at uppfinna, menna og víðarimenna talgildar  verkætlanir.

Hugskotsverkstovan verður í Kongshøll 21. og 22. september. Byrjað verður seinnapart fríggjadag, tá nakrir fyrilestrar verða hildnir.

Lars Larsen Blak, leiðari fyri kt-deildini hjá kommununi fer at greiða frá ”Vegnum inn í framtíðina”, Nicolai Balle frá Talgildu Føroyum fer at hava eitt innlegg um hesa ovurstóru ætlanina og Jóna Olsen frá Føroya Tele fer at greiða frá nýggjastu 5G tøknini innan tele-samskifti.

Síðani verður farið í bólkar saman við leiðbeinarum – mentorum – at arbeiða við hugskotum restina av fríggjadegnum og allan leygardagin. Út á seinnapart leygardagin verða hugskotini løgd fram fyri eitt dómarapanel, og vinnandi uppskotið verður funnið. Vinnarin fær 50.000 krónur.

Tað er ikki so, at Tórshavnar kommuna ger krav um at eiga tey uppskot, sum koma fram á hesum tiltakinum.

- Tað er ikki meiningin, at kommunan skal fáa ognarskap í uppskotunum, ið koma fram, ella tí, ið vinnur. Uppskotsstillarin eigur hugskotið, og honum stendur frítt at fara víðari við tí. Men um uppskotsstillarin ikki ynskir at arbeiða við hugskotinum sjálvur, og kommunan er áhugað, so verður tað gjør sambært avtalu millum partarnar, sigur Ronni Poulsen á kommunalu kt-deildini.

Fyrireikararnir leggja dent á, at tiltakið er fyri øll, eisini fólk, sum ikki hava nakran kunnleika til kunningartøkni. Eisini bæði fyri fólk, sum hava eitt hugskot frammanundan, ella bara eru áhugað í at vera við. Tiltakið er ókeypis.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður