Heimatíðindi

Hotel Streym: Útbyggingarætlanirnar sleptar fyribils

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-04-13 15:45 Author image
Ingi Samuelsen

- Eg dugi sera illa at ímynda mær okkum fara í beinleiðis kapping við Atlantsflog og harvið landskassan um gestirnar. Tí hava vit valt at støðga á við okkara útbyggingarætlanum.

Soleiðis sigur Svend Aage Ellefsen, stjóri fyri Hotel Streym yviri við Strond í Havn.

Fyri stuttum keypti felagið, ið eigur hotellið hotellið, grannabygningin eystanfyri, har tað fyrr hevur verið ein heilsumiðstøð, og har ein kinesisk matstova heldur til í einum parti av niðjaru hæddini.

- Ætlani var at víðka hotellið yvir í tann bygningin eisini. Men eftir at vit nú hava frætt um stóru ætlanirnar hjá almenna flogfelagnum, hava vit valt at støðga á og síggja hvat hendir.

- Vit skilja á lagnum, at Atlantsflog ætlar sær nú at selja pakkaferðir, og tá hugsað verður um, at tað í løtuni bert verða seld 96 kømur um samdøgrið í miðal í vetrarmánaðunum, so dugi eg illani at ímynda mær okkara lítla hotell fara í kapping við Atlantsflog og harvið landskassan, umframt allar hinar hotellætlanirnar, sum liggja á borðinum í løtuni, sigur Svend Aage Ellefsen.

Aktuellu hotelætlanirnar, sum eru meira ella minni klárar at fara undir, vísa, at ætlanir eru um at byggja yvir 400 kømur í høvuðsstaðnum komandi árini.

Les: Ætlanir um 400 nýggj hotelkømur í Havn

- Tíbetur hava vit leigarar í bygninginum, sum eru sinnaðir at halda fram í leigumálinum, so tí bíða vit við okkara útbyggingarætlanum og síggja tíðina ann, sigur Svend Aage Ellefsen, hotelstjóri.

Á Hotel Streym eru 36 kømur við 70 seingjum tilsamans. Við grannabygninginum er møguleiki hjá hotellinum at fáa 50 kømur afturat – altso meira enn ein tvífalding av gistingarkapasitetinum.


Hotel Streym bíðar við at víðka við grannabygninginum (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður