Heimatíðindi

Hotel Havgrím kostaði 12 milliónir at umvæla

Kommandørhúsini eru nú gistingarhús, sum standa eigarunum í umleið 16 milliónum krónum (Mynd: Sveinur Tróndarson)

Kommandørhúsini eru nú gistingarhús, sum standa eigarunum í umleið 16 milliónum krónum (Mynd: Sveinur Tróndarson)

2020-05-28 11:35 Author image
Sveinur Tróndarson

12 milliónir krónur.

So nógv kostaði tað nýggju eigarunum at umvæla gomlu Kommandørhúsini, og umbyggja tey til eitt gistingarhús við 14 kømurum.

Keypsprísurin var 4,5 milliónir krónur, og tað vil siga, at nýggja gistingarhúsið stendur nýggju eigarunum í umleið 16 milliónum krónum.

Umroknað merkir tað, at umvælingin og ístandsetanin av bygninginum kostaði næstan tríggjar ferðir tað, sum núverandi eigarar lótu landinum fyri bygningin, tá tey keyptu hann í 2017, men tað er ikki altíð at pengarnir hava mest at siga, sigur Jóhan í Niðristovu, tá hann vísur runt á hotellinum.

- Vit kundu sum einki havt valt at javnað bygningin við jørðina, og bygt nýtt ístaðin, og ivaleyst hevði tað eisini verið nógv einfaldari. Men so var øll søgan burtur, og tað vildu vit ikki hava. Vit vildu hava søguna við, og tí valdu vit at byggja gistingarhúsið á søguna hjá bygninginum, sum er frá 1948, sigur hann.

Øgiliga umfatandi verkætlan

Tað gekk bara gott og væl eitt ár frá tí, at Jóhan í Niðristovu og konan, Lis Eklund í Niðristovu, dóttrini Beintu og versoninum Chris keyptu Kommandørhúsini til Havgrím Seaside Hotel, sum gistingarhúsið eitur á enskum, lat upp.

Hetta skal tó ikki skiljast sum, at tað var farið lætt um, tí bygningurin er í grundini endavendur innan.

- Vit gjørdu av at endurnýta alt tað, sum vit kundu endurnýta fyri at halda fast við so nógv av tí gamla, sum vit kundu, fyri at varðveita sálina í húsinum, og tað hevur eydnast væl., greiðir Jóhan í Niðristovu frá, tá vit standa í serligu flísaløgdu stovuni.

Gomlu trægólvini í húsinum vóru tað, sum verður kallað fiskabein, og tað eru framvegis tey gólvini, sum vera brúkt í dag. Onkustaðni í miðhæddini er lagt afturat, og tað er gjørt við gólvi, sum er tikið upp, har sum tey hava gjørt nýggj baðirúm.

- Slíkar avgerðir hava við sær, at tað kostar, og tað hevur tað sjálvandi eisini gjørt, sigur Jóhan í Niðristovu.

Stór inntriv eru gjørd

Tað er einki at siga til, at umbyggingin av Hotel Havgrím gjørdist rættiliga kostnaðarmikil.

Húsini høvdu nógv kømur, og tey eru sett í tipp-topp stand, men harumframt hava nýggju eigararnir eisini tikið rúm, sum annars ikki vóru bústaðarrúm uppí.

Og tá skilir man, at umbyggingin bæði hevur kostað pengar og hevur tikið tíð.

- Hetta er øgiliga specielt, veitst tú, hvat hetta er, spyr hann, tá hann hálar í eitt blátt hurðaskap og dregur fyri vindeygað.

Hann svarar sjálvur:

- Hetta er tann gamla garasjan, sum nú er gjørd til eitt kamar, sigur Jóhan í Niðristovu.

Hann leggur afturat, at akkurát tað kamarið er hann øgilig glaður fyri, tí tað undirstrikar akkurát tað, sum var endamálið hjá teimum við keypinum.

- At keypa eitt hús við søgu og brúka tað við tí søgu, sum er í húsinum, sigur hann

[object Object]

Jóhan í Niðristovu dregur hurðarnar í gomlu garasjuni fyri vindeygað í tí, sum nú er eitt kamar. Tey hava klárað at varðveitt sjarmuna í húsunum hóast nógv er umvælt og broytt (Mynd: Sveinur Tróndarson)

 

Enn er ikki liðugt

Sjálvt um gistingarhúsið hevur verið opið í umleið tvey ár nú, er enn ikki alt ordiliga liðugt.

Inni er tað sjálvandi, men uttanfyri er enn okkurt eftir at gera.

Serliga er tað garðurin, sum nú skal gerast soleiðis, at hann, teir góðu dagarnar kann brúkast sum ein partur av gistingarhúsinum.

- Hotellið er ein fantastisk heild allan vegin í gjøgnum. Tað hevur eina fantastiska søgu og liggur serstakliga væl fyri, bæði tá tað kemur til náttúru og bý, og ikki minst til sjógvin, og tað virðismeta gestirnir, sum vitja okkum, eins og vit sjálvi gera tað, sigur Jóhan í Niðristovu.

Beint nú er Havgrím Seaside Hotel 1948 eins og alt annað merkt av koronatiltøkunum, og tí eru eingir útlendskir gestir, sum annars plaga at fylla nógv yviri við Strond.

- Tað kemur líka illa við hjá okkum, sum hjá restini av vinnuni, sigur nevndarformaðurin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður