Hjálpin stendur ikki mát við okkara ríkidømi

2016-06-20 11:31 Author image
Jákup Højgaard

Føroyar lata fleiri ferðir minni í neyð- og menningarhjálp enn tað, sum ST setti út í kortið fyri 2015, og hyggja vit at, hvussu nógvum flóttafólkum grannalond okkara hava veitt friðskjól, eru vit sera langt aftanfyri. Í Svøríki eru 69 fólk fyri hvørt flóttafólkið, í Noregi 112, í Danmark 320, í Stórabretlandi 556 og í Íslandi 3351.

Í dag eru meira enn 60 milliónir flóttafólk í heiminum. Ein sera stórur meiriluti av teimum heldur til í menningarlondum við veikum búskapum, skipanum og stovnum, og tí er tað ein stór avbjóðing hjá hesum londum at tryggja flóttafólkunum grundleggjandi mannarættindi. Samstundis sum støðan hjá flóttfólkum versnar, minkar hjálpin. Árini 2013 til 2015, meðan støðan hjá sýriskum flóttafólkum alsamt versnaði, minkaði tann tøki peningurin til at hjálpa hvørjum sýriskum flóttafólki, úr 34 dollarum niður í 10 dollarar um mánaðin. Í londum sum Jordan, sum hýsir sera nógvum sýriskum flóttafólkum, liva meira enn 80 prosent av flóttafólkunum undir fátækramarkinum, og í Libanon livir annaðhvørt flóttafólk í ómetaligum fátækradømi.  

Tann vánaliga mannarættindastøðan í hesum økjum ber í sær, at eitt nú kvinnur og minnilutabólkar eru fyri eyðmýkjandi ágangi. Hjálpin frá altjóðasamfelagnum til londini, sum hýsa flestum flóttafólkum, er alt ov lítil. Eisini vantar fígging til flóttafólkalegur hjá ST og hjálparfelagsskapum. Tá ið nærumhvørvið soleiðis er ovbyrjað, liggur tað á altjóða samfelagnum at lyfta í felag.

Amnesty metir grundarlagið undir mannarættindum verða, at øll menniskju hava eitt virði og at sambært bæði altjóða mannarættindasáttmálanum og vanligari moralskari ábyrgd hava Føroyar skyldu til at virka sambært hesi staðfesting og leggja størri orku í at tryggja at flóttafólk fáa ta hjálp, tey hava rætt til.

  

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður