Heimatíðindi

Hjálp til teirra sum fara uttanlands at lesa

2016-08-09 08:03 Author image
Dimma

- Tað kann kanska tykjast fløkjasligt, tá ein flytur í lestrarørindum. Tað eru so nógv nýggj ting, ein skal minnast til: SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti.

Soleiðis sigur Hanus Samró, fyriskipari og stjóri í Ó, í tíðindaskrivi, har bjóðað verður nýggjum lesandi, ið skulu uttanlands. Heitið á tiltakinum er ”Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”.

- Vit fáa lesandi úr Keypmannahavn, Odense, Aalborg, Aarhus, Póllandi og Onglandi at greiða frá sínum royndum, og viðkomandi stovnar hjálpa og vegleiða, greiðir Hanus Samró frá.

Tiltakið verður týsdagin 9. august kl.19.00 í nýggja BankNordik bygninginum.

Øll, ið skulu uttanlands at lesa, eru vælkomin.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður