Heimatíðindi

Hevur tú skitt í skegginum?

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2019-02-06 14:57 Author image
Turið Justinussen

Sjómenn og hipstarir - Tað er ikki bara reyst og mansligt at hava skegg, tað er eisini móti. Men skegg kann í ringasta føri elva til bakteriu-og lukttrupulleikar, og tí verður mælt til, at skeggið javnan verður vaskað og viðlíkahildið

Professari í ígerðarheilivági á Hvidovre Hospital, Thomas Benfield, er sannførdur um, at skegg skjótt kann gerast ólekkurt, verður tað ikki passað ordiligt. Tó er tað, sambært honum, ikki eitt bakteriureiður í sær sjálvum.

Tað vóru tað fleiri, ið hildu, eftir at ein kanning hjá Manchester Metropolitan University í fjør vísti, at nærum helvtin av monnum høvdu bakteriur í skegginum, ið vanliga eru at finna í vesikummuni.

- Eitt fullskegg skal vaskast, snøggast og røktast javnan, annars virkar tað sum ein stór tvøga, ið savnar skitt. Um man til dømis fær mat í tað, tá man etur og ikki vaksar tað, kann hetta verða gróðrarlíkindi fyri bakterium, sigur Thomas Benfield í einum tíðindaskrivi.

Hóast Thomas Benfield ongantíð hevur upplivað, at nakar hevur havt heilsuskaðiligar trupulleikar av skitnum skeggi, kann skeggvøksturin elva til aðrar trupulleikar. Skeggið situr nær húðini, og verður tað ikki røkt ordiligt, kann ein fáa ampa av tí:

- Tað kann byrja at lukta illa, um man ikki vaskar tað. Jú longri, ein til dømis letur matleivdir sita í tí, jú størri er vandin fyri at bakteriur nørast, og tað byrjar at lukta. Tað kann gerast ein ordiligur trupulleiki, sigur professarin.

[object Object]
(Mynd: Philly the Barber)

Steve Loehrs, ið eisini er kendur sum Philly the Barber á rakistovuni í Keypmannahavn undir sama navni, er samdur í, at tað er týdningarmikið at røkta skeggið. Sambært honum, er hetta ein spurningur um persónligt reinføri:

- Fert tú í bað hvønn ella annan hvønn dag, sum man eigur at gera, og tú vaskar bæði andlit og skegg, burdi tú verið vardur ímóti at ganga runt við bakterium í skegginum, sigur hann í samrøðu við berlingske.dk og leggur afturat:

- Um tú til dømis ikki vaskar hendur eftir at hava verið á ves og síðani nertir andlitið, er tað líkamikið, um tú hevur skegg ella ikki. So setast bakteriurnar seg í andlitið kortini. 

Hevur man stórt skegg, er somuleiðis størri vandi fyri, at fleiri bakteriur kunnu goyma seg har, og teir skeggprúðu, ið vitja donsku rakistovuna, fáa tí ofta tey ráð at vaska skeggið væl.

Skegg er ein natúrlig verja
Minnist ein til at taka sær ordiligt av skegginum, eru eisini fyrimunir tengdir at tí.

- Umframt, at tað er móti, eru vit fødd til at hava skegg. Tað er gjørt til at verja okkum ímóti kulda og sveimandi støvi og skitti, og letur man skeggið vaksa, sleppur ein undan trupulleikum sum tey, ið ikki hava skegg, kunnu fáa. Man sleppur undan at raka sær og fær ikki skeggpest, sigur Thomas Benfield, professari, ið sjálvur ikki hevur fullskegg, tí sambært honum hevur hann hvørki tíð ella tol til at taka sær av tí.

Soleiðis røkir tú títt skegg:

  • Vaska skeggið hvønn ella annan hvønn dag

  • Tað finnast serligar sápur til skegg, men vanligt sjampo kann eisini brúkast

  • Hevur tú stórt skegg, eigur tú at royna at fáa sápuna heilt inn til hárrøturnar

  • Eftir vask, kanst tú brúka eina skeggolju til at gera skeggið mjúkari og geva tí glans

  • Hevur tú turra húð, burdi tú brúkt krem fyri at sleppa undan skeggpesti og turrari húð annars

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður