Hesi 10 vísindaligu størvini eru ikki fyri tey erkvisnu

Hesi 10 vísindaligu størvini eru ikki fyri tey erkvisnu

Tykist skrivstovuarbeiðið fábroytt og keðiligt, er tað kanska einki afturímóti størvunum, hesir serfrøðingar hava

2018-11-27 10:35 Author image
Turið Justinussen

 

Ert tú erkvisin? Niðanfyri eru tíggju vísindalig størv raðfest, ið ikki egna seg til ein og hvønn

1. Gosfjallafrøðingur 
Sóknanin eftir lava, steini og gassi leiðir granskarir heilt út á eggina av rymjandi, vellandi lavasjógvi. 

[object Object]Hitastigini eru væl omanfyri kókimarkið, og lavasjógvurin flýtir javnan yvir kantarnar, tá gosfjallafrøðingar gera sítt kanningararbeiði.

Við verjudrakt og øðrum, kunnu hesir serfrøðingar koma heilt nær lavasjógvinum, og ein teirra, ið hevur verið tættast ein lavasjógv, er italienski gosfjallafrøðingurin, Dario Tedesco. 

Í 2010 grulvaði hann saman við einum altjóða granskingarliði niður í gosopið á einum av heimsins virknastu gosfjøllum, Nyiragongo, ið liggur tætt við býin Goma í Kongo. Endamálið var at máta gosopið og savna royndir av lava, steini og gassi frá tí.

Bara niðurferðin var ógvuliga hættislig vegna steinar, ið duttu og gass, ið kundi blinda granskararnar. Hóast hetta, brúktu granskararnir tveir dagar í gosopninum, bert 120 metrar frá botninum. 

Slíkar rannsóknarferðir hava til endamáls at spáa um útbrot við at máta ymisk viðurskifti sum hitastig og gasssløg í gosfjallinum. Úrslitini vísa, um nýggj útbrot eru ávegis. Hitamótstøðufør tólmenni veita longu nú ein part av neyðugu upplýsingunum, og í framtíðini verður væntandi gjørligt at nýta neyvar radaramyndir.

2. Rúmdarfólk
Til tess at kanna tey kropsligu og sálarligu viðurskiftini á longum rúmdarferðum, verða royndar-rúmdarfólk avbygd frá umheiminum. 

Tykist skrivstovuarbeiðið hugleyst og starvsplássið andleyst, er hetta einki afturímóti [object Object]viðurskiftunum, royndar-rúmdarfólk skulu sættast við, tá tey verða avbyrgd. 

Í 2010 og 2011 skuldu tey seks royndar-rúmdarfólkini í verkætlanini Mars500 eftirlíkna eini rúmdarferð. Tey vórðu avbyrgd í seytjan mánaðir frá umheiminum, uttan nakrantíð at fara frá landjørðini. 

Í teir 500 dagarnir, "rúmdarferðin" stóð á, búðu rúmdarfólkini í einum 180 kvadratmetra stórum rúmdarfar-simulatori, ið var innrættaður í eini stórari kanningarhøll í Moskva. 

Trongligt var, bert dósamatur var at eta, og tey sóu ongantíð dagsljós. 

Eftir at hava verið ílatin rúmdardrakt í 257 dagar, eftirlíknaðu luttakararnir eina rannsóknarferð til "Mars", sum í veruleikanum var ein bilskúrur við sandi og steini á gólvinum og stjørnum á veggjum og loftinum. 

Her skuldu rúmdarfólkini savna royndir og planta eitt flagg, áðrenn tey aftur vendu aftur til "rúmdarfarið". 

Tað kropsliga og sálarliga trýstið hjá rúmdarfólkum er stórt á eini rúmdarferð, og við at kanna svøvnin hjá rúmdarfólkunum, fær ein eina ábending um júst hvussu stórt tað er. 

Í hesum førinum vísti tað seg, at rúmdarfólkini blivu alsamt meira fysiskt óvirkin, svóvu verri, vístu tekin uppá tunglyndi og røktu ikki venjingina, jú longri "rúmdarferðin" vardi.

3. Skorðdýrafrøðingur
Ein meldur av surrandi maðkaflugum er ein partur av gerandisdegnum hjá ensku Amoret Whitaker.

[object Object]

Amoret Whitaker er ein av rættarskordýrafrøðingunum, løgreglan heitir á til at taka maðkar og onnur skordýr úr líkum til tess at staðfesta, nær viðkomandi doyði.

Tá Amoret Whitaker fer til verka, hevur hon eitt skordýranet við sær at fanga flugur við, plastikkskeiðir til at grava maðkar upp við og eina plastikkspann við kettumati, so hon fær hildið maðkarnar á lívi. 

[object Object]Maðkarnar og skorðdýrini tekur hon við til royndarstovuna á Náttúrusøguliga Savninum í London til nærri kanningar. 

Frísk lík draga flugur at sær. Undir røttu umstøðum, leggja flugurnar, eftir bert fáar minuttir, egg í líkið og byrja harvið "klokkuna", skordýrafrøðingar staðfesta deyðstíðspunktið hjá viðkomandi út frá. 

Flugan fer nevniliga ígjøgnum sjey ymisk menningarstig frá eggi til flugu, og út frámenningarstiginum, kann granskarin uppá nakrar tímar staðfesta deyðstíðspunktið. 

Hevur líkið ligið í fleiri vikur ella mánaðir, tekur hetta tó nakrar dagar.

4. Havlívfrøðingur
Fyri at gera eina meting av heilsustøðuni á Miðjarðarhavinum, kava havlívfrøðingar, millum annað frá universitetinum í italienska býinum Trieste, niður til ovurmiklar slímklattar í havinum. Slímið, ið eitur marin mucilage er úr samantrunkaðum ørlítlum deyðum[object Object] og livandi lívrunnum evnum.

Um summarið, kann slímrúgvan breiða seg næstan 200 kilometrar eftir sjóvarstrondini.

Við stórari holnál og kavaratólum, hoppa havfrøðingarnir niður í slímmongdina og taka royndir til tess at eyðmerkja slímslagið. 

Granskarir hava eyðmerkt yvir tíggju ymisk sløg av havslími. 

5. Hvalakryvjari 
Tað finnast lívfrøðingar, ið hava til uppgávu at skera í rotið og illa luktandi hvalakjøt, eftir at hvalurin er strandaður og deyður. 

[object Object]

Hesir lívfrøðingar, klára ikki bara at vera í hesum lukti í fleiri tímar, men átæka sær eisini uppgávuna at skera deyða hvalin upp, so tað deymandi hvalakjøtið verður smoygt langt upp á armar og bein.

Tá ein hvalur strandar einastaðni í verðini, kemur nevniliga eitt lið av havlívfrøðingum á staðið, ið veit júst hvussu uppgávan skal handfarast.

Ílatin grummidraktir og við longum knívum verða fyrst langar álir skornar av hvalinum, og síðani verða yrkisgøgnini skorin leys. Royndir verða tiknar og gjøllgreinaðar á royndarstovu.

Endamálið er at avdúka deyðssøguna hjá hvalinum, og eitt nú verður kannað, um sjúkur ella meiðsl kunnu geva eina ábending um hví hvalurin strandaði, og um nýggj verjutiltøk skulu setast í verk at forða líknandi skaðum framyvir. Til dømis, kunnu skip koma at sigla á hvalir, og hetta kann forðast við at leggja rutuna hjá skipunum um. 

Tað kemur eisini fyri, at granskararnir drepa ein hval, so hann ikki líðir ein langan og pínufullan deyða. 

6. Apu-sálarfrøðingur 
Fá kunnu siga seg hava vitnað so nógv apusex sum kanadiski Paul Vasey frá University of Lethbridge í Alberta.

Tey seinastu tólv árini hevur hann hvør[object Object]ji heyst brúkt fleiri dagar, vikur og mánaðir í Arashiyama-økinum tætt við Kyoto í Japan til tess at granska kynslívið hjá makaka-apunum í náttúruni. 

Paul Vasey kannar úrtøkulítla kynslívið hjá apunum fyri ogna sær vitan um leiklutin kynsdriftin hevur havt í evulutiónini. 

Apurnar halda saman í stórum bólkum á millum tíggju og 80 apur. Kallapurnar koma og fara, meðan kvennapurnar eru bulurin í bólkinum. 

Umframt at kanna nær, hvussu og hvussu leingi apurnar hugna sær,[object Object] skrivar hann sær eisini upp, hvønn tær hava kynsligt samband við, og hann hevur millum annað uppdagað, at bæði kall- og kvennapurnar hava kynsligt samband við øðrum apum av saman kyni, og at kallapurnar royna eftir kvennapunum, men velja tær frá til frama fyri at hava sex við apum av sama kyni. Harafturat hevur hann funnið útav, at kvennapurnar ikki hava kynsligt samband við apur, sum eru í nærmastu familju. 

7. Armssveitta-evnafrøðingur
Nøkur vísindalig størv eru ikki fyri tey smásáru. Millum hesi telist starvið á lukt-royndarstovuni á Monell Chemical Senses Center í Filadelfia. 

Dr. George Preti er serfrøðingur í armssveitta. Armssveittan savnar hann við einum lítlum lappa og gjøllkannar við einum tóli, ið kann eyðmerkja ymisk sløg av evnafrøðiligum innihaldsevnum.

Hann hevur eitt nú megnað at staðfest, at krabbamein hevur sín egna sermerkta lukt, ið kann føra til eina skjótari sjúkustaðfestan.

8. Igla-serfrøðingur
Mark Siddall frá nátturusøguliga savninum í New York hevur helst eitt starv, ið fá kundu hugsa sær. Hann granskar í margfeldinum og evolutiónini hjá iglum.

Hetta ger hann við at savna inn ymisk nýggj sløg av iglum og kanna ættarsamband og blóðsúgvandi atburð teirra og førleika at hindra blóði í at storkna. Og [object Object]til hetta nýtir hann  sín egna kropp sum agn. 

Ílatin stuttar buksur og sandalir, vassar hann gjøgnum vát øki í Suðurafrika, regnskóg í Madagaskar og mýrar í Guinea í sóknanini eftir nýggjum iglasløgum. 

Jú fleir iglar krøkja seg fastar og súgva blóð úr beinunum og ørmunum á honum, jú betri. 

Iglarnir eru ikki vandamiklir í sær sjálvum, men tað kunnu nøkur av djórunum teir krøkja seg til vera. Eitt nú hevur Mark Sidall tikið ein igla av rumpuni á einum áarrossi. 

9. Helluserfrøðingur
Helluserfrøðingar fara fleiri hundrað metrar niður í  undirjørðiskar villiniborgir við ísakøldum vatni og sløttum helluveggjum til tess at kortleggja tað fjalda hellukervið, sum eingin áður hevur kannað og eitt nú finna heimsins djúpastu hellur. 

[object Object]

Á leiðini savna teir royndir av steinsløgum og djóralívi og kanna, hvussu hellur og holrúm eru komin til, og hvaðani vatnið í hellunum kemur og hvagar tað fer.

Ukreinski helluserfrøðingurin, Gennadiy Samokhin fekk í 2012 heimsmet: Á eini altjóða rannsóknarferð, ið vardi ein mánaða, klatraði hann saman við 58 ørðum frá níggju ymiskum londum niður í verðins djúpastu hellu, Krubera í Georgia. 

Gennadiy Smokhin kavaði 52 metrar gjøgnum eina smala rivu, ið var full av vatni og førdi niður á 2197 metrar. Við hesum fekk hann heimsmet, og megnaði at koma seks metrar longur niður, enn hann áður hevði klárað. 

10. Skarntransplantør
Nakrir læknar takast dagliga við lortin hjá øðrum fólki. Hesir læknar eru serfrøðingar í at 

[object Object]

fremja eina sonevnda skarntransplantatión. Við eini skarntransplantatión verður lorturin hjá einum frískum persóni førdir upp í ein sjúkling, ið hevur tørv á  hesum gagnligu bakteriunum.  

Transplantatiónin verður annaðhvørt framd umvegis eina slangu í nøsina ella beinleiðis ígjøgnum baktarmin. 

 

Meira langlesnaður