Heimatíðindi

Herskyldu í øllum ríkisfelagsskapinum

Shutterstock

Shutterstock

2020-02-10 15:42 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Øll í ríkisfelagsskapinum skulu hava somu herskyldu. Tað heldur Dansk Folkeparti, sum enn einaferð leggur uppskot fram um, at føroyingar og grønlendingar skulu gera herskyldu undir somu treytum sum danir.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Dansk Folkeparti royndir at fáa føroyingar og grønlendingar undir herskylduna, bæði í 2006 og 2016 vóru líknandi uppskot løgd fram, men uttan stóra undirtøku í fólkatinginum.

Uppskotið fekk onga undirtøku frá føroysku umboðunum síðst tað varð lagt fram. Tá vóru tað Magni Arge og Sjúrður Skaale, sum báðir vóru í móti, og sambært Sermitsiaq.ag hevur Sjúrður ikki broytt meining.

- Eg skilji væl hugsanina aftanfyri, tí vit eru vard av NATO og rinda ikki fyri verjuna. Men eg kann ikki stuðla uppskotinum, tá ið Føroyar onga ávirkan hava á Danmark, tá tað ræður um at senda fólk í kríggj, sigur Sjúrður við Sermitsiaq.

Sambært Edmundi Joensen eru fleiri føroyingar, sum taka av frívilligu herskylduni og sum brúka hetta sum eina læruríkan útbúgvingarmøguleika, men enn hava hann og flokkurin ikki tikið viðgjørt uppskotið hjá Dansk Folkeparti.

Samsvarar ikki við nútíðina

At føroyingar og grønlendingar eru frítiknir herskyldu gongur heilt aftur til avgerðir frá 1912 og er skrivað í lógina um herskyldu frá 1952, men tíðin er komin at endurskoða hetta, sigur uppskotið hjá Søren Espersen.

Í nýggjari tíð hava bæði londini upplivað stóra menning og fingið meira ávirkan á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum. Víst verður tí millum annað á eina rapport, sum byggir á uppgávuloysnir í Arktis og møguleikan hjá grønlendingum at vera við í trygdar- og tilbúgvingar uppgávum har.

Tí heldur Dansk Folkeparti, at tíðin er komin, at øll londini í ríkisfelagskapinum taka sín part í verjuni og tilbúgvingini.

Uppskotið skal fyri Fólkatingið áðrenn summarfrítiðina og met er, at víðkanin av herskylduni kemur at kosta 1,5-3,5 milliónir krónir.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður