Heimatíðindi

Hergeir komin upp á løgtingsbróstið

Listamaðurin hevur rakt yvirbrá og skálkabrosið væl, heldur partakvinnan hjá Hergeiri Nielsen, Bjørt Samuelsen, ið hevur tikið hesa myndina (Mynd: Bjørt Samuelsen)

Listamaðurin hevur rakt yvirbrá og skálkabrosið væl, heldur partakvinnan hjá Hergeiri Nielsen, Bjørt Samuelsen, ið hevur tikið hesa myndina (Mynd: Bjørt Samuelsen)

2018-08-01 12:01 Author image
Ingi Samuelsen

Í morgun var eitt lítið hátíðarhald í løgtinginum áðrenn tingfundurin varð settur til at viðgera løgmansrøðuna.

Tað var í sambandi við, at enn ein málningur av undanfarnum tingformanni nú er komin upp at hanga.

Hesaferð er tað tjóðveldismaðurin Hergeir Nielsen, sum er komin upp at hanga undir liðini á Edmundi Joensen á bróstinum uttan fyri stóra fundarrúmið á fyrstu hædd í gamla telefonveksbygninginum.

Listarmaðurin er Jógvan Andrias á Brúnni úr Fuglafirði.

Hergeir Nielsen var løgtingsformaður í tingsetuni frá 2008 til 2011. Hann var eisini valdur tingformaður í tveimum førum í áttatiárunum.

Hergeir sat út við 30 ár á tingi og var eisini landsstýrismaður eitt skifti. Hann legði frá sær sum politikari í 2011.

Hergeir Nielsen er fimti tingformaðurin, sum er komin upp at hanga her, tí talan er bert um tingformenn, sum hava sitið síðan nýggja stýrisskipanarlógin varð samtykt í nítiárunum. Hinir tingformenninir eru Marita Petersen úr Javnaðarflokkinum, Jógvan I. Olsen úr Sambandsflokkinum, Finnbogi Ísaksson úr Tjóðveldi og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum.

Formenninir velja sjálvir listafólkini at mála tey. Eyvindur Mohr málaði Maritu, Heðin Kambsdal málaði Jógvan Igvard, Torbjørn Olsen málaði Finnboga og Jóannes Lamhauge málaði Edmund.

Næsti tingformaður, sum kemur upp at hanga á hesum bróstinum verður Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum sat undanfarna valskeið. Núverandi tinformaður er Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður