Heimatíðindi

Henrik Frost: Kvinnur skulu virða síni mørk

Henrik Frost (Mynd: forsvardigselv.dk)

Henrik Frost (Mynd: forsvardigselv.dk)

2019-01-29 18:31 Author image
Turið Justinussen

Danski løgreglumaðurin, Henrik Frost, kemur til Føroyar í næstum at undirvísa kvinnum í sjálvverju. Sambært honum, kenna kvinnur ofta ikki síni mørk nóg væl og tora ov illa at siga frá

Tann 16. februar skipar Taekwondo felagið, Hwarang Føroyar, fyri sjálvverjuskeiði fyri kvinnum í Runavík við danska løgreglumanninum, Henrik Frost, sum undirvísara.

Dimmalætting hevur í tí sambandi tosað við Henrik Frost um, hví tað er umráðandi at kvinnur duga at fremja sjálvverju.

Henrik Frost, ið hevur drúgvar royndir sum undirvísari, hevur seinastu árini savnað seg um at menna skeið í sjálvverju til kvinnur. Endamálið við tí er, at kvinnur skulu duga betri at virða og viðurkenna síni egnu mørk og somuleiðis gerast tilvitaðar um tey móttiltøk, tær kunnu nýta at verja seg við í eini hættisligari støðu. Í stuttum er ástøðiliga og praktiska sjálvverjuskeiðið ætlað kvinnum, so tær kunnu kenna seg tryggar.

Kenna kvinnur síni mørk?
Hóast allar kvinnur vita, at harðskapur og ymisk sløg av kynsligum ágangi er til, eru tað, sambært danska løgreglumanninum, tó fáar, ið vita, hvat tær ítøkiliga kunnu gera fyri at fyribyrgja kynsligum ágangi, sum serliga kvinnur koma út fyri.

Eisini heldur Henrik Frost, at fleiri kvinnur í barnaárunum ikki læra at virða síni mørk og siga frá. Ístaðin læra tær, at lítismeta egin ynskir og tørvir. Tær fáa at vita, at tær skulu ansa eftir uttan at fáa at vita, júst hvørjum tær skulu ansa eftir, og soleiðis verður rásarúmið hjá teimum skert í uppvøkstrinum.

- Tær læra, at tær skulu ikki vera ov harðmæltar, og í barnagarðinum býta, sláa og royta tær, men læra eisini skjótt, at hetta ger man ikki. Tað er rætt, men í vandamiklum støðum, har maðurin aloftast hevur ein kropsligan fyrimun, er tað akkurát soleiðis tær kunnu verja seg: Við at býta, royta, sláa, klóra, rópa, gerst tað neyðugt, sigur Henrik Frost í samrøðu við Dimmalætting. 

 [object Object]
(Mynd: forsvardigselv.dk)

Les meira úr samrøðuni við Henrik Frost í Dimmalætting komandi vikuskiftið. Dimma+ haldarar kunnu somuleiðis lesa meira her á síðuni fríggjadagin. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður