Helgi Dam Ziska til World Cup

Mynd: Savnsmynd

Helgi Dam Ziska til World Cup

2017-08-25 07:52 Author image
Innsent

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska skal umboða Føroyar í stóru World Cup talvstevnuni. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru umboðaðar í hesi stevnu.

Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska skal royna seg móti superstórmeistaranum Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Hann er í løtuni nummar 22 í heiminum og hevur styrkitalið 2742. Helgi og Radjabov hava einaferð verið í víggi fyrr. Tað var á talvolympiaduni í Istanbul í 2012. Tað var eitt rimmar talv, sum Radjabov vann.

Fleiri av heimsins fremstu telvarum eru við í World Cup kappingini. Magnus Carlsen og Sergej Karjakin, sum  í fjør heyst telvaðu finaludystin um HM-heitið, eru báðir við. Kappingin er liður í sjálvari HM-kappingini fyri einstaklingar.

World Cup er ein knock-out kapping við 128 telvarum. Í fyrsta umfarinum er tað toppur ímóti botni, tvs. at nummar 1 telvar ímóti 128, 2-127, 3-126 og so framvegis. Helgi er styrkismettur nr. 108 og møtir tískil nr. 21, Teimour Radjabov. Teir telva tvey talv, og um annar fær fleiri stig, er hin útsligin. Um tað stendur á jøvnum, verður farið til kviktalv og snartalv. 

Vanliga skal ein enda millum 23 teir fremstu í EM, sum er hvørt ár, fyri at sleppa víðari til World Cup, sum er annaðhvørt ár. 46 pláss eru sostatt sett av í EM. Men eitt pláss er eisini sett av til EM fyri smátjóðir, sum er annaðhvørt ár, og ta kappingina vann Helgi, tá hon var í Luxembourg í fjør. Tí sleppur hann við.

 
Fýra norðurlendingar

Helgi er ein av fýra norðurlendskum telvarum, sum er við í World Cup stevnuni. Hinir eru Magnus Carlsen og Aryan Tari úr Noregi og Jóhann Hjartarson úr Íslandi. Eingin telvari úr Danmark, Svøríki ella Finnlandi hava kvalifiserað seg.

Teir tveir finalistarnir í hesari World Cup-kappingini kvalifisera seg víðari til kandidatkappingina. Har kappast 8 telvarar um møguleikan at bjóða sitandi heimsmeistaranum av í dysti. Umframt teir tveir World Cup finalistarnar er síðsti HM-avbjóðarin, í hesum føri Karjakin, sjálvskrivaður. Teir tveir telvararnir, sum hava havt hægstu ratingtølini gjøgnum tað síðsta árið - og ikki hava kvalifiserað seg á annan hátt - sleppa eisini við. Harumframt er eitt wildcard, sum fyriskipararnir av kandidatkappingini velja, og tveir telvarar, sum kvalifisera seg gjøgnum FIDE Grand Prix kappingarnar.

Helgi fer í næstu viku úr Føroyum til Tbilisi í Georgia. 3. september telvar hann móti einum av heimsins bestu telvarum. Vinnarin heldur fram í kappingini. World Cup stevnan endar ikki fyrr enn 28. september.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður