Heimatíðindi

Helena upplivdi sálarligan harðskap í 8 ár

- hann gjørdi alt fyri, at eg ikki var saman við míni familju og vinfólki (Mynd: Shutterstock)

- hann gjørdi alt fyri, at eg ikki var saman við míni familju og vinfólki (Mynd: Shutterstock)

2019-07-08 13:32 Author image
Hergeir Staksberg

Parlagið byrjaði væl. Helena var forelskað, og alt var nýtt og spennandi, men spakuliga blivu tey ljósareyðu skíggini meir og meir grá. Og skjótt var gleðisrúsurin blivin til ræðslu. Hetta er hennara søga um, hvussu hon upplivdi at liva í einum parlagi við sálarligum harðskapi

- Eg eiti Helena og eri 31 ár. Í átta ár varð eg verandi í einum harðligum parlagi.

- Eg var av bygd, og hann kom frá býnum. Fyrstu ferð eg hitti hann, kendi eg atdráttarmegina – hann var spennandi og øðrvísi.

- Hann ringdi fleiri ferðir um dagin til mítt arbeiðspláss. Í fyrstani helt eg tað vera ógvuliga romantist, at hann ringdi. Men sum tíðin leið, kendist tað órógvandi, at hann altíð skuldi vita, hvat eg tókst við, og hvønn eg tosaði við. Eg sá eisini væl á mínum starvsfeløgum, at tey hildu tað vera løgið.

- Tosaði eg í telefon, stóð hann antin uppi yvir mær, ella tráðspurdi hann meg um, hvønn eg tosaði við og um hvat. Tað gjørdi, at eg bað familju og vinir um ikki at ringja, tá eg var við hús. Hann kannaði nummarvísaran, og eg mátti altíð minnast til at sletta øll út- og uppkall á fartelefonini.

[object Object]- Ofta, tá ið hann var illur, kravdi hann, at eg skuldi í song við honum. Eg tordi ikki at siga nei, tí tá gjørdist hann enn óðari og neyðtók meg. Mynd: Shutterstock)

- Hann sýndi hóttandi atburð frá byrjan. Hann tók tildømis fleiri ferðir hart í meg. Eg var ógvuliga bangin og royndi at verja høvdið, í fall at hann sló høvdið í veggin, sum hann hótti við.

- Einaferð vit vóru í familjuveitslu, rópti hann hart í øvundsjúku, tá ið eg dansaði við einum systkinabarni: “Fert tú heim við honum?” Eg var ógvuliga illa við og ikki minni bangin fyri, hvat fór at henda, tá ið vit komu til hús.

- Ofta, tá ið hann var illur, kravdi hann, at eg skuldi í song við honum. Eg tordi ikki at siga nei, tí tá gjørdist hann enn óðari og neyðtók meg.

- Eitt annað tekin var, at hann gjørdi alt fyri, at eg ikki var saman við míni familju og vinfólki. “Eri eg ikki góður nokk at vera saman við?”, plagdi hann at siga við spakuligari hóttandi rødd. Eg tordi ikki at fara út, og seinni forbjóðaði hann mær at hava samband við tey flestu.

- Frá byrjan vóru tað fleiri tekin um, hvør hann veruliga var. Men mitt í forelskilsinum varnaðist eg ikki hansara øvundsjúku, og hvussu stýrandi hann var. Ella hvussu hann altíð skuldi vita, hvar eg var, og hvørjum eg var saman við.

- Eg helt ikki, at eg var harðskapsrakt, tí hann sló meg ikki so ofta. Men so sá eg eina sjónvarpssending um harðskap móti kvinnum, og eg kendi so nógv aftur av tí, ið varð umtalað í sendingini, at eg vendi mær til Kvinnuhúsið.  Áðrenn hetta trúði eg, at alt var mín skyld, og at eg var tann einasta kvinnan, ið hevði tað soleiðis. So tað var ein stórur lætti at tosa við tær á Kvinnuhúsinum, tí tær kendu til trupulleikarnar og vístu mær, at eg ikki var einsamøll um at uppliva harðskap.

* Føroyska kvinnan í greinini ynskir at vera dulnevnd. Tískil er Helena eitt dulnevni og ikki hennara veruliga navn.

Les um eyðkennini hjá mannfólki, sum fremja harðskap HER

Les um 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018 HER

Les um, at kvinnur sum flyta til Føroyar eru oftari úti fyri harðskapi HER

Um tú kennir teg aftur, kanst tú seta teg í samband við Kvinnuhúsið HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður