Heimsbankin setir 3,3 milliardir krónur av til farsóttir

2016-05-22 20:30 Author image
Simona Midjord

Forsetin í heimsbankanum, Jim Yong Kim, kundi leygardagin boða frá, at heimsbankin hevur stovnað ein grunn við 500 milliónum dollarum – gott og væl 3,3 milliardir krónur – sum skulu brúkast til at basa pandemium, ella alheimsfarsóttum, kring heimin.

Meiningin er, at tá ein alheimsfarsótt tekur seg upp, skal heimsbankin beinanvegin vera til reiðar at taka pengar úr grunninum, sum kunnu sendast til neyðstadda landið og til góðkendar felagsskapir, sum arbeiða við at basa sjúkunum.

Hugskotið við grunninum er komið eftir Ebola-sjúkuna í 2014. Tá gekk alt ov leingi, til heimurin fekk eyguni upp fyri hóttanini, og nógv fólk lótu lív, áðrenn nøkur munagóð hjálp kom frá heimssamfelagnum.

Ebola-kreppan í vesturafrika var ein sorgarleikur, sum vit snøgt sagt ikki vóru fyrireikað til. Tað var eitt wake-up call til heimin, segði Jim Yong Kim á tíðindafundi leygardagin.

- Vit kunnu ikki broyta ferðina á eini melduródn ella styrkina á einum jarðskjálvta, men vit kunnu broyta kósina hjá einum útbroti. Við at senda nóg nógvar pengar til rætta stað í nóg góðari tíð kunnu vit bjarga mannalívum og verja búskapir, segði hann.

Pengarnir úr grunninum eru tó eyðmerktir til ávísar sjúkur, sum sannlíkt spjaða seg skjótast. Millum hesar eru fleiri sløg av influensu, sjúkur í andaleiðini so sum SARS og MERS, og aðrar lívshættisligar virussjúkur so sum Ebola og Marburg. Zika-virusið, sum nú breiðir seg í Latínamerika, er eisini við í grunninum.

Meir enn 11.300 fólk doyðu í 2014, tá Ebola-sjúkan fór at gera um seg í fleiri vesturafrikanskum londum. Sjúkan kostaði eisini meir enn 7 milliardir dollarar í altjóða hjálp, umframt at Guinea, Liberia og Sierra Leone mistu hundraðtals milliónir av teirra bruttutjóðarúrtøku.

Kelda: Reuters

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður