110 sjómenn vilja sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald

2017-04-08 08:04 Author image
Sigmund Vang

Heilsutrygd hevur ongar viðmerkingar í løtuni til avgerðina hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum frá 22. mars, sum gevur Dánjali Jákupi Meinertsson, maskinmeistara, á Norðoyri, viðhald í kravi sínum um at fáa afturgoldið heilsutrygdargjaldið, sum hann rindaði, meðan hann sigldi við norskum skipi í 2013/2014. (Sí Dimmalætting fríggjadagin, blm.).

-Vit hava enn ikki viðgjørt avgerðina hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum, og ynskja tí ikki at gera aðrar viðmerkingar til málið nú, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Hann sigur tó, at samsvar ikki er millum heilsutrygdarlógina og norðurlendska sáttmálan um sosiala trygging, tá ið ræður um frítøku fyri at rinda heilsutrygdargjald.

Tí viðger løgtingið í hesum døgum “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu)”.

-Sum Heilsutrygd hevur kunnað um á heimasíðuni, so hava vit eftir tilmæli frá Heilsu- og innlendismálaráðnum bíðað við at avgreiða málini um frítøku fyri heilsutrygdargjald, inntil lógaruppskotið er viðgjørt í Løgtinginum, sigur Egil á Bø.

Sambært stjóranum í Heilsutrygd hava umleið 110 “útisiglarar” vent sær til Heilsutrygd um at verða frítiknir fyri at gjalda heilsutrygdargjald.
  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður