Heldur ikki heilsurøktarar verða í nóg stóran mun gagnnýttir í Føroyska heilsuverkinum í dag

2017-04-07 11:32 Author image
Sigmund Vang

Seinastu vikuna hevur ein fakbólkur á Landssjúkrahúsinum verið nógv frammi í miðlunum. Eg hugsi sjálvsagt um ljósmøðurnar á føðindeildini, sum frá 1. apríl í ár, ikki longur sleppa at røkja nakrar av sínum kjarnuuppgávum har. Heilsurøktarafelagið harmast um ringu viðferðina ljósmøðurnar hava fingið frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, men hetta er tíverri ikki einasti fakbólkur í Føroyska sjúkrahúsverkinum, sum ikki í nóg stóran mun verður gagnnýttur. Heilsurøktarar hava seinastu mongu árini verið í líknandi støðu, við tað, at tað sjálvdan verður søkt eftir heilsurøktarum fyri heilsurøktarar, sum t.d. fara frá vegna aldur, og at heilsurøktarar í ávísan mun ikki sleppa at røkja uppgávur, teir eru útbúnir til. Okkara fakligu førleikar verða sostatt heldur ikki fult nýttir og tað kemur hvørki sjúklingum ella fakfólki tilgóðar.

Í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið er nógv skrivað um at raðfesta tilfeingið, at útvega fleiri skikkað heilsustarvsfólk á øllum stigum og tvørtur um fakmørk, og um miðvísa menning av tí einstaka og trivnaði í heila tikið, av teimum, sum starvast í Føroyska heilsuverkinum. Har verður eisini ásannað, at fakbólkar í sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru læknar ella sjúkrarøktarfrøðingar hava førleikar, sum ikki verða gagnýttir, tí sjúkrarøktarfrøðingar verða nýttir at loysa uppgávur, teir ikki hava kjarnuførleikar at gera.     

Heilsurøktarar hava havt sítt natúrliga pláss í sjúkrahúsverkinum síðani í 70-árunum, har sjúkrahálparar starvaðust á øllum sjúkrahúsdeildum og pleygarar á sálardeildum. Síðani eru starvsheitini broytt til heilsurøktara í tráð við, at útbúgvingarnar eru mentar og broyttar til hana vit kenna í dag. Heilsurøktarar hava ikki verri fakligan førleika í dag enn fyri 40-50 árum síðani til at røkja grundleggjandi heilsu- og  sjúkrarøkt á somatiska og psykiatriska økinum, men kortini hava vit seinastu mongu árini upplivað, at tað verður ikki søkt eftir heilsurøktarum, tá sjúkrahjálparar og pleygarar fara frá vegna aldur, eins og tað sjálvdan verður søkt eftir heilsurøktarum í sjúkrahúsverkinum í heila tikið. Fyrr hava fastar ásetingar verið fyri, hvussu nógvum heilsurøktarum og øðrum heilsustarvsfólkum, tørvur hevur verið á, á hvørjari deild, men hesum er tað seinni gingið frá, við tí úrsliti, at tað mest sum ikki verður søkt eftir heilsurøktarum longur.   

Serliga havi eg hug at taka fram okkara avbjóðingar á Psykiatriska deplinum, har heilsurøktarar(fyrr, pleygarar) frá fyrstan tíð hava verið allarstørsti fakbólkurin, seinastu mongu árini støðugt eru koyrdir út av deplinum. Fyri tveimum árum síðani vóru 11 heilsurøktarar sagdir úr starvi á psykiatriska deplinum uttan møguleika at flyta á aðra deild á deplinum, sum tey sambært setanarbrævinum høvdu rætt til. Stutt eftir varð søkt eftir fólki við aðrari heilsufakligari útbúgving. Fyrsta januar í ár, var sama deild flutt og heldur ikki tá, fingu teir heilsurøktarar, sum ynsktu at verða verandi í starvi á Landssjúkrahúsinum møguleika at fara í annað starv á Psykiatriska deplinum hóast summi teirra ynsktu tað, høvdu rætt til tað sambært setanarbrævinum og hóast vit kundu vísa á, at tær mongu leysu vaktirnar kundu verið dekkaðar við fleiri fulltíðarstørvum. Men aftur hesaferð, varð stutt eftir søkt eftir trimum fólkum við aðrari heilsufakligari útbúgving. Tá Heilsurøktarafelagið varð kunnugt við, at ov fáir umsøkjarar vóru til at manna hesi størvini og vit heittu á leiðsluna á Psykiatriska deplinum um at søkja eftir heilsurøktarum, var framvegis eingin vilji til at gera tað. 

Hendan gongdin samsvarar ikki við tað, sum er nevnt í menningarætlanini, har staðfest eisini verður, at trot er á starvsfólkum, harímillum heilsurøktarum, og at tørvur er á fleiri lesandi til heilsurøktara.

Gongda leiðin hevði tí heldur verið, at søkt eftir heilsurøktarum, tá leys størv eru á seingjardeildum og, at latið teir heilsurøktarar, sum ynskja tað, verið verandi í starvi aðrastaðni á deplinum, tá broytingar onkursvegna eru í bygnaðinum. Betri hevði eisini verið at gjørt tað møguligt hjá fleiri heilsurøktaranæmingum at komið í starvsvenjing og í aðrar mátar eggjað fólki til at tikið útbúgvingina, so trotið á heilsurøktarum hevði minkað og tørvurin á fleiri lesandi til heilsurøktarar varð nøktaður.

   

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður