Russararnir koma

2016-05-18 18:25 Author image
Dimma

Seinast, í 2013, fekk tað ógvusligar avleiðingar, og fleiri føroysk virki vórðu sett undir hert eftirlit og okkurt fekk forboð at flyta fisk til Russlands. Hetta gekk millum annað úr yvir Varðan Pelagic í Kollafirði og Næraberg, men seinni varð forboðið strikað, og bæði virkini flyta í dag fisk til Russlands. Í dag umboðar eftirlitið ikki bara Russland, men Euroasiatisku Búskaparsamgonguni - samgongan umfatar Russland, Hvítarussland og Kasakstan.

Rosselkhoznadzor skrásetir feløg eftir litum. Eru virkini grøn er alt í lagi, eru tey gul eru tey undir herdum eftirliti, og eru tey reyð, so hava virkini forboð móti at flyta vørur til Russlands. Í dag eru tvey virki á gula listanum hjá russum, Pelagos í Fuglafirði og uppsjóvarskipið Norðborg.

Russiski listin sæst her

Tað at sjáldan at virkini gerast reyð, sum tað annars hendi við Varðanum Pelagic og Næraberg í 2013/14, og við Bakkafrost í Kollafirði nakað áðrenn.

Men nú russiski marknaðurin er so týdningarmikil, gongur vinnan á nálum og bíðar eftir russunum. Russar vitjaðu fyrstu ferð í 2008, og síðan tá er útflutningurin til Russlands øktur úr 100 milliónum krónum til 1,06 milliardir krónur í 2014.

Eitt eru virkisvitjanirnar, men tað snýr seg eisini um álit. Hetta setir strong krøv til skjalprógvaðu matvørutrygdina á virkum og verksmiðjuskipum og til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Rosselkhoznadzor hevur latið Heilsufrøðiligu starvsstovuni ynski um upplýsingar, sum starvsstovan nú er í ferð við at fyrireika at lata úr hondum. Millum annað skal upplýsast um kanningarhættir, inn- og útflutning av fiski og fiskavørum, upplýsingar um menningina í alivinnuni – herundir sjúkustøðuna í vinnuni – upplýsingar um fóður, yvirvøkuætlanir og úrslit í hesum sambandi, um eftirlitið við matvøruvirkjum annars og mangt annað.

Russar hava boðað frá, at teir koma í vár ella í summar, men enn er einki avgjørt.

- Vit eru í dialogi við teir, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður