Kjak

Heilsan frá borgarstjóranum: Góða ólavsøku!

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-25 16:20 Author image
Annika Olsen, borgarstjóri

Ólavsøkan snýr seg ikki bara um at endurtaka gamlar siðir. Tað ger hon eisini, men eingin ólavsøka er lík aðrari, hvør tann einasta er nýggj og fær tað innihald, vit sjálvi geva henni.

Hesaferð er nógv øðrvísi. Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum, og flestøll fara at fylgja við setanini heimanífrá.

Korona hevur verið avbjóðandi fyri nógv og er tað enn, og tí fari eg at heita á øll um at ansa væl eftir hvørjum øðrum hesar báðar hátíðardagarnar.

Vit hava fult álit á, at havnarfólk og allir gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar sær sjálvum. Tí kunnu matstovur, kaffistovur og onnur vinna hava opið sum vant, tó við meira útiborðreiðing enn vanligt.

Ólavsøkukappróðurin verður, fótbóltur verður, ólavsøkuframsýningin verður, umframt onnur tiltøk, sum vanliga fylla tjóðarhátíð føroyinga.

Til tess at halda ólavsøkuna so trygga sum gjørligt, hevur kommunan stuðlað og heitt á grannaløg og eigarafeløg at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi.

Hetta ger millum annað, at miðnáttarsangurin verður í grannaløgum og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya. At vit syngja saman í grannaløgum ger ólavsøkuna tryggari fyri okkum øll.

Ólavsøkan í dag snýr seg framvegis um tann góða felagsskapin, um ætt, vinir og kenningar, stuttleika og undirhald, álvara og gaman. 

Ólavsøkan snýr seg eisini um tann góða býin, at høvuðsstaðurin vísir seg frá síni bestu síðu. Og hesaferð meira enn nakrantíð snýr ólavsøkan seg um tryggleika.

Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu.

Nú er tjóðarhátíð.

Eg fari at enda at ynskja tykkum eina góða ólavsøku.

Annika Olsen
borgarstjóri

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður