Heimatíðindi

Heilafelagið: Fólk við heilaskaða mangla taluvenjing

2020-07-06 16:11 Author image
Katrin Johannessen

Hvønn skulu tey venda sær til?
Í fleiri ár hevur verið serstakiliga trupult hjá fólkum millum 18-67 við heilaskaða at fáa hjálp við taluvenjing í Føroyum. Hóast tað stendur í vælferðarlógini, at tílík viðlíkahaldsvenjing skal verða fyri fólk við afasi, so er tað ikki altíð at hjálpin er tøk, millum annað tí tað krevur at pengar eru til tað. Eisini er ivasamt hvar heimildin er. 

-Hetta er heilt sikkurt ein mangul. Tá mamma varð innløgd, fingu vit 10 tímar við taluvenjing. Niðurstøðan var, at har var ikki so nógv at arbeiða við og so steðgaði tann hjálpin, sigur Maria Samson Christiansen, forkvinna í Heilafelagnum, ið tók við fyri einum góðum mánaði síðan.

-Nú hálvtannað ár seinni er hon komin betri fyri seg. Men hvør skal so koma og visitera hana nú og vita um hon er meir før fyri at taka ímóti taluvenjing Altso hvønn skal mann venda seg til?  Og hvør hevur heimild til at siga nakað?  Tað er sum ein mylla uttan enda, sigur hon víðari.

Hava sett arbeiðsbólk av 
Júst hetta við hvør eigur uppgávuna, meta tey í Heilafelagnum er ein afturvendandi trupulleiki og hava gjørt av at gera nakað við hendan trupulleikan. 

-Vit hava sett ein arbeiðsbólk í Heilafelagnum til at taka sær av afasi spurninginum, at kanna hvat tørvurin er og kanna hvør hevur heimild at siga, at nú gevast vit við at veita.

- Arbeiðsbólkurin er ikki komin so langt enn, men vit hava sett okkum í samband við Almannaverkið, Heilsuverkið og Kommunufelagið. Tað er øgiliga ringt at fáa svar uppá hvør hevur ábyrgdina og hvør tekur uppgávuna. Okkum vitandi beint nú er ongin talulærari uttan Ólavur Højgaard, sum arbeiðir privat, sigur Maria Samson Christiansen.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður