Mentan

Heiðrikur á pall í Nólsoy

Heiðrikur á pall í Nólsoy
2018-03-31 13:14 Author image
Innsent

Marglistamaðurin, Heiðrik á Heygum, fekk fyrr í vikuni Listaflog-stuðulin fyri 2018. Páskaaftan stendur hann í tveimum stovum í Nólsoy og upptraðkar akustiskt.

HEIDRIK/Heiðrikur á Heygum er listamaður, filmsleikstjóri og tónleikari. Hann er nýligani fluttur heim aftur til Havnar aftaná at hann hevur fingið prógv frá listaskúla í Reykjavík. Hann flutti til Íslands í 2014, og brúkti fyrstu tíðina til at gera upptøkurnar til útgávuna «Funeral», sum kom í 2016.

Í sendingini Kvørnin hjá Kringvarpinum segði Urð Johannesen at Heidrik á Funeral rættiliga foldar seg út sum sangara, og at útgavan er flott, gjøgnumførd og persónlig.

Tónleikurin hjá Heiðriki kann tulkast sum melankolskur, myndaríkur við einum farra av skemti í sær. Tónleikurin hevur sínar røtur í jazztónleikinum sum var frammi í árunum frá 1920 til 1950’ini. Hansaras arta rødd hevur verið samanborin við tónleikarar sum Anohni úr Antony and the Johnsons og Roy Orbison.

Listaflogstuðulin skal brúkast til eina framsýning á Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober, og eftir hetta verður framsýningin eisini sett upp í Føroyum. Talan er um eina video-innstallatións-framsýning, hvørs endamál er at lýsa Føroyar sum eina livandi veru.

Hann hevur í fleiri ár arbeitt innan fleiri listagreinar. Vit kenna hann millum annað frá tónleika- og filmsframleiðslu, men nú sleppa vit á fyrsta sinni at síggja hann á einum føroyskum festivali sum tónleikara.

Atgongumerkir til heima fáast á www.atgongumerki.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður