Hálvur sannleiki er heil lygn

2017-02-06 10:53 Author image
Sigmund Vang

Í vikuskiftissosialinum er hugvekjandi tíðargrein hjá Bjørn á Heygum, advokati og fyrrverandi valevni og løgtingslimi hjá Sambandsflokkinum, sum "avdúkar", hvussu nakrir navngivnir politikarar hava vunnið sær álit og undirtøku, uttan mun til svik, stuldur og lygnir.

Eg skal ikki svara fyri aðrar, men um "avdúkingarnar" viðvíkjandi hinum eru líka so skeiklaðar sum tær um meg, so er "tíðargreinin" ikki nógv verd.

Søgan um "svikið" móti "mínum egnu" fyri gott og væl 12 árum síðani hevði nevniliga sæð heilt øðrvísi út, um Bjørn á Heygum hevði tikið við í "avdúkingina" av hesi gomlu søguni, at forsøgan er, at ávísir persónar í Sambandsflokkinum áhaldandi brúktu vald sítt til at forða fyri, at eg slapp framat, heldur enn at brúka vald sítt til at tryggja Sambandsflokkinum ávirkan. Eg tryggjaði ikki bert mær borgarstjórasessin við avtaluni, eg tryggjaði Sambandsflokkinum leiðsluna í býráðnum, men hetta vildi Sambandsflokurin ikki hoyra talan um! Tá ásannaði eg aftur einaferð, at í Sambandsflokkinum kundi Heðin Mortensen bara brúkast til at skaffa atkvøður í hópatali, men annars skuldi eg verða hildin niðri við harðari hond. Tað hevði eg fingið fleiri dømi um frammanundan, og tí kundi eg illa gera annað, enn tað sum eg gjørdi. - Ikki um eg vildi hava ávirkan í býráðspolitikki.

Tí gjørdi eg tað, sum eg gjørdi.

Eg kann enn gerast harmur av hugsanini um, at tey, sum áttu at verið míni egnu, vildu bera seg soleiðis at móti mær og móti Sambandsflokkinum.

Hinvegin havi eg ikki eina løtu harmast um, at eg tók av tilboðnum um borgarstjórasessin. Einasti annar veruligi valkosturin, sum eg hevði, var at fara úr politikki. Tað hevði eg ikki hug til - tað vóru so nógv góð mál, sum eg vildi sleppa at arbeiða av álvara fyri, tá eg av álvara fekk møguleikan - og veljarin hevur tíbetur stuðlað mær í tí valinum.

So jú: Soleiðis sum Bjørn á Heygum lýsir søguna, var mín atburður alt annað enn góðtakiligur.

Men eg hevði góðar grundir til at gera sum eg gjørdi. Tað veit tann sum kennir forsøguna.

Bjørn á Heygum, fyrrverandi valevni og tinglimur hjá Sambandsflokkinum, hevur allar fortreytir fyri at kenna forsøguna. So áhugavert hevði verið at vita, hvør veruliga orsøkin er til, at hann kortini skrivar sum hann ger?

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður