Heimatíðindi

Heðin Mortensen: Fartelefonnýtsla í bili eigur at verða revsað við klippi

2019-01-17 13:05 Author image
Turið Justinussen

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur at føroyska ferðslulógin eigur at verða dagførd samsvarandi tí donsku, ið ásetur, at frá 2019 verður fartelefonnýtsla handan róðrið revsað við einum klippi í koyrikortið umframt bót

Í fjør varð einmælt samtykt í danska fólkatinginum, at frá 2019 skal tað kosta danum eitt klipp í koyrikortið afturat eini bót á 1.500 krónur, um ein verður tikin í at koyra bil og nýta handhildna fartelefon, GPS, iPad, Smartwatch ella onnur handhildin samskiftistól samstundis.

Herda danska lógin er ikki endaliga gildisásett, tí løgreglan skal hava stundir at tillaga skipaninar til nýggju reglurnar. Ætlandi kemur hon í gildi síðst í vár í ár.

Føroyska ferðslulógin skal dagførast
- Eg haldi sjálvur, at tað er sera umráðandi, at tryggleikin verður settur í hásæti, og vit fara heilt vist at taka hetta upp, tá vit í næstum fara at endurskoða ferðslulógina, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Tað er fyrst og fremst ein hugburðsbroyting, ið skal til, men tað sær út til, at man er noyddur at føra tað inn í lóg, so fólk kunnu fyrihalda seg til tað.

Framkomna tøknin hóttur tryggleikan
Hetta er ein álvarsamur trupulleiki, og sambært Heðini Mortensen, er ein samsvarandi dagføring av ferðslulógini eisini neyðug í Føroyum. Orsøkina, sigur hann vera, at tøknin tekur seg fram við stórum fetum:

- Tað er sjónligt í gerandisdegnum, hvussu tøknin tekur seg fram. Vit skulu vera "on" allatíð, og fólk tosa ikki bara í telefon, ímeðan tey koyra. Tey skriva saman, eru á netinum, og onkur kanska enntá hyggur eftir Degi og Viku ella fótbólti.

- Tá vit fara á flog ella á fund, seta vit telefonina í flogstøðu, og tá vit koyra bil, eiga vit ikki at gera nakað annað, enn at koyra bil.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at vanlukkan lætt kann henda í teimum fáu sekundunum, ein er óansin:

- Koyrir tú 80 kilometrar um tíman í óbygdum øki og hyggur í fartelefonina í bara fýra sekund, hevur tú longu koyrt heilar 89 metrar í blindum. Og koyrir tú 50 kilometrar um tíman inni í Havnini til dømis og eisini ert óansin í fýra sekund, hevur tú koyrt 56 metrar í blindum - Tað er ein hálvur fótbóltsvøllur.

Í sambandi við, at ferðslulógin nú verður endurskoðað, staðfestir Heðin Mortensen, at tað eisini eru aðrir liðir í ferðslulógini, ið skulu endurskoðast:

- Vit fáa fleiri klagur um, at fólk gloyma at tendra bakljósini á bilinum, og tað kann vera ógvuliga vandamikið. Spurningurin er tískil, um eisini hetta skal áleggjast fólki við at gerast partur av ferðslulógini.

Heðin Mortensen greiðir frá, at hóast miðvísan innsats, er tað er ivasamt, um dagføringin av ferðslulógini fer at bera á mál, áðrenn tingið fer til hús fyrst í februar.

[object Object]

Í 2018 vórðu 414 sakir
Fleiri bilførarir klára ikki at aftra seg fyri at nýta fartelefonina, ímeðan teir koyra bil. Í 2018 vóru 414 sakir skrásettar hjá løgregluni. 

Sambært føroysku hagtølunum, løgreglan hevur upplýst Dimmalætting, vórðu nærum 200 fleiri menn enn kvinnur tiknir fyri at nýta fartelefon handan róðrið í 2018, og flestu teirra, ið vórðu tikin, koyrdu í persónbili.

[object Object][object Object]

Niðanfyri sæst aldursbýtið á kvinnum og monnum, ið verða tikin fyri at koyra og nýta fartelefon. Serliga ung mannfólk í aldrinum 25-29 ár vórðu tiknir:

[object Object]

Flest fólk vórðu steðgaði í mars, og fægst í juli og august mánaða. Av hesum, vórðu flest steðgaði í miðstaðarøkinum.

[object Object][object Object]

Seinastu fýra árini, hava flest brot á ferðslulógina í sambandi við fartelefonnýtslu verið í 2016. Tá vóru heili 711 sakir tilsamans. 297 fleiri enn í fjør, og tá, eins og hini árini, vóru flest í miðstaðarøkinum.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður