Mentan

Heavy metal í hálva øld

Black Sabbath í 1970. Frá vinstru Geezer Butler, Tony Iommi, Bill Ward og Ozzy Osbourne

Black Sabbath í 1970. Frá vinstru Geezer Butler, Tony Iommi, Bill Ward og Ozzy Osbourne

2020-02-14 13:25 Author image
Regin Davidsen

Alt byrjaði í bretska ídnaðarbýnum Birmingham. Teir fýra barndómsvinirnir úr arbeiðarabýarpartinum Aston vóru: Tony Iommi, gittara, Ozzy Osbourne, sang, Bill Ward, trummur og Geezer Butler á bassinum.


Flower Power og Heavy metal

Tey flestu rákini fáa fyrr ella seinni eitt mótrák, og flowerpower-rákið seinast í seksti- og fyrst í sjeytiárunum rakti kanska ongantíð Aston í Birmingham.
Gloppið millum blómubørnini í San Francisco og tilveruna í Birmingham, har ein unglingi fór beina leið úr fólkaskúlanum inn á eina verksmiðju, var ov stórt. Tey kendu seg snøgt sagt ikki aftur, tá tað bleiv postulerað um at elskast og hava frið í heiminum.
Teir fýra droyma um, og vilja onkran annan veg enn eitt lív á eini verksmiðju, og tónleikurin skal beina teimum slóðina. Teir dáma blues, og fáa íblástur frá samtíðarbólkum sum Cream, Led Zeppelin og John Mayall’s Bluesbreakers. Saman kalla teir seg Earth Blues Company, seinni stytt til Earth. Tónleikurin teir spæla er blueskendur við einum sløði av jazzi, men tað tekur ikki langa tíð, so hava ungu menninir aftur skift bæði bólkanavn og tónleikastíl.
Ein annar bólkur á leiðini nevnir seg eisini Earth, og sum vera man kemur onkuntíð bland í, tá konsertir skulu bókast, og hetta ber ikki til í longdini. Geezer Butler helt, at navnið Black Sabbath hóskaði væl til bólkin, og hinir tríggir vóru samdir. Navnið hevði hann funnið í duldarfullu skaldsøguni "Strange conflict" hjá Dennis Wheatley.


Gjøgnumbrot og skiftandi manning

Black Sabbath breyt tónleikaliga upp úr nýggjum. Grundarlagið var bluesrockur við lágari ferð og við bassinum langt frammi í ljóðmyndini. Saman við melankolsku røddini hjá Ozzy Osbourne var fyrsta útgávan hugtung og døpur. Hon varð tikin upp eftir bert einum degi, hósdagin 16. oktober í 1969.
Móttøkan var góð. Í Onglandi kom plátan uppá eitt áttandapláss, og í USA taka tey eisini væl ímóti. Yvir eina millión plátur blivu seldar, og plátan lá á hittlistunum í yvir eitt ár.
Tað er tó onnur útgávan, Paranoid, sum veruliga fær teir uppá hægstu tindar. Í oktober 1970 gerast teir nummar eitt á bretska albumhittlistanum, og tað skulu ganga 42 ár og 8 mánaðir áðrenn teir aftur røkka toppinum. Í juni 2013 strýkur plátan 13 inn á fyrstaplássið og hetta er met.
Black Sabbath hava havt skiftandi manning síðani byrjanina. Einasti limur í bólkinum, sum ongantíð fór burturúr, var Tony Iommi. Skiftandi sangarar hava roynt seg, eitt nú Ronnie James Dio, Tony Martin, Glenn Hughes og Ian Gillan, sum annars er kendur út Deep Purple.


Roskilde 1998

Rúsevnismisnýstla førdi til, at Ozzy Osbourne bleiv tveittur úr bólkinum í 1979, og í hansara stað kom Ronnie James Dio, tann lítli amerikanarin við tí stóru røddini.
Fyrstu ferð yvirritaði hoyrdi Black Sabbath spæla var á Roskilde-festivalinum í 1998. Sum vant løgdu teir út við lagnum War Pigs og tí eyðkendu bumbusirenuni frá seinna heimsbardaga. Lagið er av aðru útgávuni,  Paranoid. Ætlanin var, at plátan skuldi eita War Pigs, men plátufelagið mælti til heldur at navngeva hana Paranoid, hetta fyri ikki at stoyta amerikanarar, sum høvdu teirra business gangandi í Vietnam um hetta mundið. Bólkurin var á gáttuni til eitt gjøgnumbrot hinumegin Atlantshav, so stígast mátti varliga.
Áðrenn konsertin byrjaði rópti Ozzy Osbourne út til tey tíggjutúsundtals fólkini og spurdi, um tey framvegis royktu líka nógv hassj í Danmark. Aftursvarið var eitt langt og rungandi ja, og svarið frá Ozzy var, at so mátti tað vera okkurt nýtt shit, tí hann luktaði onki á pallinum!


The End

Black Sabbath góvust sum bólkur í 2017. Teir fóru á eina seinastu konsertferð, sum fekk navnið "The End". Tá vóru teir høvuðsnavn á Copenhell í 2016. Sjálvsagt varð seinasta konsertin í Birmingham, har alt byrjaði næstan 50 ár frammanundan.
Teir hava selt yvir 70 milliónir plátur og hava vunnið tvær Grammy-heiðurslønir. Hvør sær eru teir framvegis virknir við tónleikinum, í størri og minni mun.

[object Object]

Plátan “Black Sabbath” hjá bólkinum av sama navni verður roknað sum fyrsta heavy metal-pláta í tónleikasøguni. Nú eru 50 ár síðani hon kom út

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður