Útlitini eru góð fyri æti

2016-05-15 20:30 Author image
Dimma

Seinastu viku í apríl á hvørjum ári, ger Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru fiskalarvur frá gýtingini hjá fleiri fiskasløgum, og føðiviðurskiftini hjá hesum fiskalarvum hava sum vera man stóran týdning fyri teirra livilíkindini, skrivar Havstovan á síni heimasíðu.

Gróðurin var ikki rættiliga komin á Landgrunninum. Frægast var í økinum við Vágar og undir landi norðanfyri. Hetta sást eisini á nøgdum og samanseting av djóraæti. Væl var av reyðæti, men tey gýttu lítið, av tí at djóraæti tørvar føði (plantuæti) fyri at gera síni egg.

Minni var av einum slagi av djóraæti, ið nevnist Temora, enn tað hevur verið hesi seinastu árini. Hinvegin var meira av einum øðrum slagi, ið nevnist Acartia. Um henda gongdin fer at halda sær út á várið og summarið, kann tað vera til fyrimuns fyri fiskayngul, av tí at Temora tykist at vera verri føði enn Acartia.

Bestu føðiviðurskifti hjá fiskalarvum vóru undir landi norðanfyri.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður