Heimatíðindi

Havnarútbygging argar

2018-11-18 12:44 Author image
Georg L. Petersen

Tað hendir nógv óvæntað í sambandi við byggingina av nýggjari havn í høvuðsstaðnum. Eitt er, at tað fer at mangla grót, men tær báðar uttastu kisturnar eru eisini farnar at søkka

– Hetta høvdu vit ikki væntað. Kisturnar hava enn ikki sett seg, og eru soknar 1,5 metur síðan vit settu tær niður. Men skuldi tað hent, at tær søkka enn meira, so stoypa vit bara omaná, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifelagnum J&K, sum stendur fyri at gera nýggju havnina í Tórshavn.

Talan er um tvær stórar betongkistur, sum skulu mynda endan á uttasta molanum. Hvør kista er  átjan metrar høg og hevur eitt ummál, sum eisini er átjan metrar. So hetta eru tvær stórar og tungar kistur, sum einaferð skulu fyllast við gróti. Tað arbeiðið verður tó ikki gjørt, fyrr enn tær veruliga hava sett seg – og tað hava tær ikki enn, tí tær søkka spakuliga niður í botnin, sum helst var bleytari enn frammanundan mett.

Hetta seinkar ikki arbeiðnum sum er, men er meira ein spurningur um at eygleiða, hvussu tær søkka.

– Enn søkka tær beint niður, sigur Stein Olvur Petersen.

Hann vísir á, at kisturnar vóru settar beint har tær skuldu, so har er ikki nakar feilur hendur.

– Tað var plus ella minus tríggjar ella fýra sentimetrar, sigur hann.

Les meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður