Mentan

Havnar Fimleikarafelag við í altjóða dansiverkætlan

Havnar Fimleikarafelag við í altjóða dansiverkætlan
2018-02-13 13:38 Author image
Elisa Vang

Hóskvøldið 15. februar fara ungir fimleikarar á pall í Norðurlandahúsinum í sambandi við dansisýningina Redream. Re-dream snýr seg um dreymanna tvístøður og vakurleika. Dreymar um framtíðina kunnu hjálpa okkum, men eisini forða okkum í at liva ta lívið, sum vit ynskja okkum.

Re-dream eru tvær sera persónligar dansi-soloir, sum arbeiða við einum almennum tema við einum tragikomiskum dámi. Dansararnir eru Antoinette Helbing og Taneli Törmä. Afturat sær hava tey fimleikarar úr Havnar Fimleikarafelag.

Taneli er í hesum døgum í Føroyum og hevur verkstovur og venjingar saman við føroysku fimleikarunum.

 

”Mínir barndómsdreymar vóru fullir av eldhugi – sum vaksin maður taki eg vakurleikan í teimum við í mítt lív” (Taneli)

 

”Fólk hava ov nógvar dreymar – tey gerast jú bara ólukkulig” (Antoinette)

Antoinette er týskur dansari og koreografur, sum býr í Keypmannahavn. Taneli er finskur dansari og videokunstnari, sum býr í Odense. Tey eru bæði sera skemtingarsom listafólk og teirra arbeiði er merkt av eini djúpari erligheit. Í Re-dream granska tey ymsu hættirnar, tey handfara dreymar á.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður